Ikki øll eru glað fyri, at alifyritøkan Luna ætlar sær at víðka virksemið og leggja út aliringar á Víkum, norðantil á Vágoynni.
Ein er Sigurð Nordendal, sum við Kringvarpið sigur, at rættast hevði verið at friðað alt økið, eins og gjørt varð við Fjallavatn á sinni, tá SEV hevði ætlanir um at brúka vatnið til el-framleiðslu.
Tað var í síðstu viku, at VP skrivaði, at alifyritøkan Luna hevur ætlanir um at brúka Víkar í sínum virksemi, og seta upp aliútgerð har eisini. Forkanningarnar eru lidnar, men neyvari kanningar mugu gerast, segði Atli Gregersen, stjóri, við VP.
Víkar hoyrir formliga uppí tað loyvið, sum Luna longu hevur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo