Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Minesto - sjóvarfalsorka
Spurningar:
1. Hvør eigur og tískil umsitur vitanina (hagtøl, data v.m.), sum koma til høldar frá verkætlanini, sum SEV og Minesto varða av?
2. Rindar Minesto tilfeingisgjald ella líknandi gjald fyri atgongd til føroyska tilfeingið?
3. Fær SEV lut í einum møguligum fíggjarligum yvirskoti, um so er, at verkætlanin gerst vinnulig?
4. Hvussu langa tíð fevnir royndartíðin millum SEV og Minesto um?
5. Kunnu aðrar sjóvarfalsverkætlanir, útlendskar ella føroyskar, roynast í Føroyum í tíðarskeiðum, Minesto er virkið í Føroyum?
6. Hvussu leingi hevur SEV bundið seg til at keypa streym frá Minesto og til hvønn prís?
Viðmerkingar:
Verkætlanin um sjóvarfalsorku, sum SEV og Minesto arbeiða við, er rættiliga umfatandi bæði fíggjarliga og umhvørvisliga. Sambært KVF kostar verkætlanin umleið 4 mia. kr., og ætlanin um sjóvarfalsorku er sera umfatandi landafrøðiliga.
Vestmannasund er longu í rakstri, og ætlanir eru um at víðka um verkætlanina til Hestfjørð og síðani Leirvíksfjørð og onnur øki í Føroyum.
Minesto hevur boðað frá, at felagið savnar teirra virksemi í Føroyum, og Minesto Føroyar er í dag smápartafelag undir leiðslu av Januar síðani 2021.
Horizon2020, Svenska orkustýrið og SEV hava fíggjað verkætlanina.
Fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiði á, hvussu hendan umfatandi verkætlanin hongur saman.
Á Løgtingi, 14. oktober 2024
Steffan Klein Poulsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo