Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Ferðavinna og ávirkan á landskassan

Spurningar:
1. Hvørjar stuðulsskipanir, beinleiðis ella óbeinleiðis, eru, sum ferðavinnan fær gagn av?

2. Hvussu nógv hava hesar skipanirnar kostað seinastu 10 árini, býtt uppá ár?

3. Hvussu nógv roknar landsstýriskvinnan við, at ferðavinnan rindar í
landskassan í ár?

Viðmerkingar:
Ferðavinnan er framvegis ein lutfalsliga nýggj vinna í Føroyum. Av fleiri verður roknað við, at hendan vinnan skal/fer at verða okkara triðja bein at standa á búskaparliga.

Tað kann vera rætt at hjálpa einari vinnu at koma í gongd og at stuðla henni í einari uppbyggingarfasu, men spurningurin er, nær ein vinna er komin har til, at hon kann/skal standa á egnum beinum. Ein av stuðulsskipanunum er Visit Faroe Islands, sum á hvørjum ári fær játtan frá Løgtinginum.

Eisini er áhugavert at fáa at vita, hvat ferðavinnan kastar av sær til landskassan.

Á Løgtingi, 15. februar 2024
Árni Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo