Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

"Millum fólk og fólkasløg grør sundurlyndi, tá fíggindamynd verður dyrkað. Samlag, tá vinamynd verður raðfest hægri".

Í dag eru 2 mánaðir síðani friðargongan varð hildin í Tórshavn 24. juli í sambandi við kríggini í Ukreina og Miðeystri. Tíverri má ásannast, at kríggini halda áfram við ótálmaðari megi, eins ógvusligt ella verri, enn í summar.

Friðargongan hevði til endamáls, at seta vápnahvíld og friðartilgongdir á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing. Fólk møttu væl upp, og hóast sjónarmiðini eru ymisk, savnaðust fólk í friðargongu í virðing fyri hvørjum øðrum og teimum túsundtals fólkum, ið eru rakt av kríggjunum.

Sum ein uppfylging á friðargonguna eru seinastu tíðina einsljóðandi brøv send til viðkomandi politisku leiðarar. Í brøvunum er ein kunning um friðargonguna og endamálið við henni, umframt ein áheitan á politisku leiðararnar um beinanvegin, at raðfesta friðartilgongdir og vápnaavdubbing.

Brøvini eru send til forsetarnar í Russlandi, Ukreina, Palestina og USA, ávíkavist Vladimir Putin, Volodymyr Zelenskyj, Mahmoud Abbas og Joe Biden. Aðalskrivararnar í ST og NATO, ávíkavist António Guterres og Jens Stoltenberg. Forsætisráðharrarnar í Danmark og Ísrael, ávíkavist Mette Frederiksen og Benjamin Netanyahu. Løgmann, Aksel V. Johannesen og uttanríkisráðharrarnar í Føroyum og Danmark, ávíkavist Høgna Hoydal og Lars Løkke Rasmussen, umframt forsetan í Norðurlandaráðnum, Bryndís Haraldsdóttir.

Í sambandi við tilsendan av brøvunum hevur verið samskift við uttanríkistænasturnar hjá landsstýrinum og donsku stjórnini.

Kríggini hótta nú av álvara heimsfriðin í takt við ein alsamt harðari orðaleik og polarisering, har fólkasløg verða sett upp ímóti hvør øðrum við fígginda- heldur enn vinamyndum.

Politisku ábyrgdarhavarar eisini um okkara leiðir hava eina skyldu, at vera við til at tryggja heimsfriðin. Tí var eitt av endamálunum við friðargonguni eisini at ávirka politisku leiðslurnar í ríkisfelagsskapinum til at vera meira virkin enn higartil at ávirka altjóða politiska umhvørvi fyri at fáa frið í lag í Ukreina og Miðeystri.

Í hesum sambandi hevur undirritaði mælt landsstýrinum til, at tað sum næsta stig verður fyriskipaður ein friðarráðstevnufundur í Føroyum, har viðkomandi politisku leiðslur luttaka, og har skjøtul kann verða settur á friðartilgongdir og vápnaavdubbing í krígsraktu økjunum. Landsstýrið hevur ikki vent aftur viðvikjandi umbønini um fund í hesum sambandi.


Hóast friðarbrekkan er brøtt og menniskju tykjast vera lívleysar fólkafinnur í stórpolitiskum leiki, fluttar á borði hinumegin, tí kongafólk ikki funnu rættan friðarleik á borðinum hesumegin, so er at vóna, at friðargongan og brøvini til avvarðandi politisku leiðarar eru klípi, sum í komandi tíðum kunnu gera mun við atliti at friðartilgongdum og vápnaavdubbing í Ukreina, Miðeystri og í heiminum annars.

Hoyvík, 24. september 2024
Henrik Weihe Joensen,
fyriskipari av friðargonguni

Myndin er av friðargonguni í Tinganesi 24. juli 2024

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo