Leirvíkar Missiónshús: Komandi vikuskifti 21.-23. apríl bjóðar Leirvíkar Missiónshús til vikuskiftismøtir.
Vit fáa vitjan av kenda norska prædikumanninum Johnn Hardang. Hann er í dag mest kendur sum leiðari á kristiligu sjónvarpsrásini “Bedehuskanalen”.
Áður hevur hann m.a. verið leiðari á Bíbliuskúlanum á Bildoy og útvarpsprestur í kristiligu útvarpsrásini P7. Tey, sum hava hoyrt hann prædika og syngja, lata sera væl at.
Møtini verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00. Johnn Hardang talar og syngur við øll møtini.
Fríggjakvøldið syngur Petur Hans við bólki. Leygarkvøldið Kvinnukór í Emmaus og sunnukvøldið syngur Leirvíkskórið.
Innsavnan verður øll kvøldini. Møguleiki er fyri samtalu og forbøn. Barnaansing verður sunnukvøldið. Drekkamuður verður eftir hvørt møti.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo