Á kunnandi fundi 21. apríl kom fram, at víkingaskipið, sum smíðast skal í Hovi, verður ogn Føroya fólks. Fundurin var á Tjóðsavninum í Brekkutúni í Hoyvík.
Hov er gomul landnámsbygd, og í henni búði mæti víkingahøvdingurin Havgrímur.
Finnbjørn Hovsgarð, formaður í felagnum "Víkingaskipið," legði fyri við at bjóða fundarfólkunum vælkomnum, segði nøkur um gongdina higartil, og legði síðan dent á týdningin, at vit fáa okkara egna víkingaskip og á tann hátt at minnast forfedrar okkara, sum í fornari tíð komu higar til lands við opnum førum.
Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð, nevndarlimur og útbúgvin báta- og skipstimbrari, segði síðan yvirskipað frá, hvussu farið verður til verka, hvussu viðarbular skulu klúgvast, borðini evnast til o.a. Hann kom eisini inn á stóra seglið, sum skal vevast úr føroyskari ull, ið sigst vera væl egnað til endamálið.
Seinastu tíðina hevur Guðmundur verið frammi í miðlunum í sambandi við, at teir hava umvælt skonnartina Norðlýsið frá grundini o.a.
Síðan hugleiddi Albert Isfelt, arkitektur, um stóra neystið, byggjast skal í Hovi, og sum er fyrsta byggistigið í verkætlanini. Har inni skal so víkingaskipið smíðast. Í hesum sambandi vórðu fleiri snotiligar tekningar sýndar á stórskíggja. Neystið verður, sum skilst, gjørt í víkingaaldarsniði við bogaðum langveggjum og flagtekju. Frá svalum inni í neystinum fer at bera til at síggja skipið við øllum sínum útbúnaði.
Men ætlanin við stóra bygninginum er meira víðfevnd enn sum so. Hann skal í eini handavending kunna umskipast til gildisskála ella onnur mentanarlig tiltøk. Við serligum taljum skal stóra og tunga skipið kunna lyftast upp, so at gólvplássið kann nýtast til fulnar.
Albert hevur eisini teknað jarnsmiðju við eldstaði, sum skal reisast nær við. Har skulu allir naglar smíðast. Okkum kemur til hugs smiðjuna hjá Jákupi Jacobsen, Rádna bónda, í Vági, har ið allur seymur til Royndina fríðu varð smíðaður. Torvið, teir kyndu við, var sum kol. Tað kom úr Snerruni í Sumbiarhaganum. Royndin fríða fór, sum kunnigt, av bakkastokki á Fløtuni fríðu í Vági 6. august 1804.
Gokstadskipið
Smíðast skal víkingaskip meinlíkt Gokstadskipinum, sum varð funnið í 1880 í einum gravheyggi í Gokstad í Víkini (Oslofjørðinum). Tað varð smíðað o.u. 890. Tilfarið er í høvuðsheitum eik. Hetta er havskip, góðar 23 m langt, góðar 5 breitt og slakar 2 m høgt miðskips. 32 mans róðu skipið, ið hevði 13 m høga mastur við rásegli. Í útgrevstrinum vórðu 64 skjøldrar funnir. Hetta kann benda á, at manningin hevur verið 64 í tali – tveir mans um hvørja ár.
Við Gokstadskipinum sum fyrimynd varð longu í 1893 smíðað víkingafarið Viking. Norski skiparin, Magnus Andersen, og menn hansara sigldu sama árið úr Noregi til Norðuramerika. Hetta var í sambandi við, at 400 ár vóru liðin, síðan at Kolumbus nam land í Amerika. Teir fingu illveður, men skiparin læt væl at, so liðiligt skipið var, og so væl tað bar seg í ringum sjógvi. Hann kundi bara ásanna, hvussu góðir skipasmiðir forfedrar hansara vóru longu í víkingaøld.
Hetta var fyrstu ferð síðan víkingaøld at víkingaskip sigldi um Atlantshav. Endamálið við ferðini hevur helst verið at prógva, at norðmenn longu tá áttu skip, sum sigla kundu til Amerika – fimm hundrað ár undan Kolumbusi. Tað vóru eisini kendu norsku hjúnini, Anne Stine og Helge Ingstad, sum í 1960 funnur leivdir eftir norrønari búseting frá um ár 1000 norðast í Nýfundlandi. Hildið verður, at eitt nú Leivur Hepni hevur hildið til har.
Óli Olsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo