Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú vit fara inn í nýggja árið, boðar Runavíkar kommuna frá stórari verkætlan, einum víkingagarði á Skipanesi.

Undirritaði var ógvuliga fegin at frætta stórtíðindini og bjóðar verkætlanini vælkomnari.

Á Skipanesi, undir Gøtueiði á Skálafirði, hava gøtumenn frá gamlari tíð havt bátar sínar standandi, syðrugøtumenn norðanvert nesið, norðragøtumenn sunnanvert. Útivið 200 ára gamla tíggjumannafarið, Hvanngarðurin, hjá syðrugøtumonnum, sum nú er í Noregi, stóð í neysti har.

Tróndur í Gøtu, víkingahøvdingurin, sigst eisini hava havt neyst har, Tróndarneyst kallað. Føroyingasøga sigur, at hann keypti stóran og góðan byrðing í Noregi, legði leiðina til Føroya, hagar hann kom við øllum fæi sínum heilum og holdnum.

Forna flutningsfarið, byrðingur, hevur óivað verið átøkt knørrinum, men minni og mest ætlað at sigla fram við landi, hóast tað eisini legði um hav.

Myndin sýnir knørrin, Saga Siglar, hjá norðmanninum, Ragnar Thorseth. Á ferð kring knøttin nærkast knørrurin New York í september 1984. Hann legði inn í Føroyum sama summarið. Sjóferðin kring knøttin endaði 1. juli 1986, tá ið Saga Siglar kom til Oslo og fekk stóra móttøku. (Mynd: Bernard Gotfryd)

Óli Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo