Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkaheilsuráðið: Í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober ger Fólkaheilsuráðið við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu viku 41 til eina ABC viku. Sostatt verður enn størri dentur lagdur á evnið sálarlig heilsa.  

ABC filmar og átøk í ABC vikuni
ABC vikan hevur við sær, at skipað verður fyri ymiskum átøkum kring landið, sum kunnu setast í samband við sálarliga heilsu.  

Gjøgnum ABC vikuna verða fimm filmar almannakunngjørdir, sum kunnu geva íblástur til og kunning um atferð, sum kann hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna. Við filminum verður dentur lagdur á, at tað kann vera einfalt at betra um sína sálarligu heilsu. Hetta er nakað, sum fleiri longu gera, men kanska ikki eru tilvitað um hevur jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna. Fyrsti filmurin kemur út í dag. 

ABC samstarvsfelagar skipa fyri ymiskum tiltøkum gjøgnum vikuna, sum bæði eru almenn og meira innanhýsis á skúlum, ellisheimum o.s.fr. Nærri kunning um tiltøkini kemur mánadagin 8. oktober.  

Á Facebook síðuni hjá ABC fyri sálarliga heilsu verður eisini ein kapping, sum verður knýtt at evninum. Fylg við á síðuni nær kappingin byrjar. 

Sum heild er endamálið við ABC vikuni at gera fólk tilvitað, um hvat virkar fyri at skapa góða sálarliga heilsu. Eggjað verður til, at fólk í ABC vikuni gera meira av tí, sum skapar gleði og innihald í lívinum. Í vikuni kanst tú t.d. savna nakrar vinir, sum tú ikki hevur sæð í longri tíð, seta tær eina nýggja avbjóðing, fáa alla familjuna at taka lut í flettingini á ymiskan hátt ella okkurt heilt triðja. 

Hví eina ABC viku?
Sálarligir trupulleikar eru ein økjandi sjúkubyrða kring heimin. Sambært WHO verða sálarligir trupulleikar størsta sjúkubyrðan á heimsstøði í 2020. Mett verður, at umleið 50% av øllum íbúgvum í OECD-londunum fara at fáa sálarligar trupulleikar í sínum lívi.  

Tí meta vit, at tað er av alstórum týdningi, at vit varpa ljós á trupulleikan, og ikki minst seta sálarliga heilsufremjandi átøk í verk. 

Høvuðsendamálið við altjóða sálarheilsudegnum 10. oktober er at skapa tilvitan um sálarliga heilsu og seta átøk í verk, sum stuðla undir góða sálarliga heilsu.  

Fólkaheilsuráðið vil við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, ikki bert leggja dent á sálarliga heilsu 10. oktober, men vil gera viku 41, sum er 8. - 14. oktober, til eina ABC viku.  

ABC fyri sálarliga heilsu snýr seg um, at tú við at fylgja boðskapinum A) ver virkin, B) ver saman og C) ver hugbundin, kanst betra um sálarligu heilsuna.  

Evnið er viðkomandi fyri øll, bæði stór og smá og fólk við ella uttan sálarligar trupulleikar. Tað snýr seg um at gera nakað, fyri at varðveita og betra um góða sálarliga heilsu.  

Vit ynskja øllum eina góða ABC viku og gleða okkum til at deila nýggju ABC filmarnar við tykkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo