Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um sitandi býráðssamgonga á Vaglinum veruliga hevði sett sær fyri at seta kílar í byggingina av langhylinum í Gundadali, ella at steðga henni heilt, skal eg ikki gera meg klókan uppá. Virksemið lá stilt nakrir dagar, heingilás vórðu monterað, og vit hildu øll ondini, tí tað var eyðsæð, at har var okkurt á vási. Men arbeiðið er nú tikið upp aftur og sær út til at halda fram ótarnað. Projektið skal fullførast, og tað er nú einaferð tað, ið er mest umráðandi. So vit fegnast enn einaferð!

Men í kjalarvørrinum av hesum kurlinum, ið tyktist koma á, koma nú brotasjógvar úr øllum ættum yvir sjálva verkætlanina. Hetta kann ikki fara aftur við borðinum, tí her tykist búgva onkur fjald dagsskrá undir.

Tað verður m.a. ført fram, at langhylurin er ov dýrur, hann skuldi ligið onkra aðrastaðni, projektið er illa frágingið frá byrjan, einki tamarhald er á útreiðslunum, har eru eingi parkeringspláss, har eru eingi skiftirúm, har eru ongar brúsur, hugsað er ikki um fólk við rørslutarni og omaná tað heila, verður takkonstruktiónin nú eisini skotin í senk av sjálvum varaborgarstjóranum.

Hesar ákoyringar eru allar partar av einari søgufrásøgn, ið manningin í núverandi býráðssamgongu, Javnaðarflokkinum saman við tí eina Sambandsmanninum, hevur roynt at spunnið líka síðan áðrenn spakin varð settur í. Longu tá fóru hesi at mutla og tutla um byggigøluna í Gundadali. Og kemur hon ikki av sær sjálvum, byggigølan, tað gera tær jú fyri tað mesta her í kommununi, so skal hon partú tosast í gongd.

Sannleikin er, at undanfarni býráðsmeiriluti við Anniku Olsen á odda hevði munandi størri ambitiónir enn verandi og hevur sett eitt valaverk av eini svimjihøll í gongd. Gud havi lov fyri tað! Kom hetta ikki ígjøgnum áðrenn seinasta val, so høvdu vit í besta føri fingið eina munandi minni ambitiøsa høll og í ringasta føri onga. Tað er har, hundurin liggur grivin.

Ov dýrt
Tað verður ført fram, at hylurin er ov dýrur. Hann kostar nógvar pengar, ja, men um hann er ov dýrur, er ilt at siga. Har komu trý tilboð inn uppá arbeiðið, og tey vóru tøtt, so heilt av leið kann prísurin neyvan vera. Tað er rætt, at ein einfaldur langhylur við einari einfaldari høll omaná, kann byggjast fyri ein brotpart, men tað er ikki tað, ið er bílagt.

Skiftandi meirilutar í Tórshavnar kommunu hava, og rós fyri tað, verið rættiliga samdir um, at Havnin skal hava arkitektakapping og eina flotta svimjihøll við øllum hentleikum; og tað er altso ikki bara hylurin sjálvur. Tað er tað, vit eru í gongd við at byggja. At samanbera við annað, er sum at samanbera perur og bananir.

Eingi skiftirúm. Ongar brúsur.
Hóast gamli hylurin sjálvur er vorðin ov lítil, so hevur gamla og framvegis stásiliga høllin frá 1982 rúmligar umstøður bæði tá tað ræður um forhøll og móttøku, um vesir, skiftirúm, skáp og brúsur. Tað kemur so at siga ikki fyri, at tú bíðar eftir hvørki lykli ella brúsu. Eg havi vitjað í ótalligum svimjihallum í norðurlondum og aðrastaðni við. Og eg havi, hondina á hjartað, ongantíð verið í einari høll, har skiftiumstøðurnar eru betri ella rúmligari enn í Gundadali.

At nýggi langhylurin er lagdur upp at gomlu høllini frá 1982 og verður bundin í gomlu høllina er tí ikki av tilvild. Hetta er gjørt júst fyri at sleppa undan at byggja nýggj skiftirúm. Her er talan um at tránýta eina góða og gamla íløgu. Hetta er nakað, í Føroyum, so óvanligt sum umhugsni og skynsemi. Her er, fyri eina ferðs skyld, ansað eftir ikki at oyðsla við skattaborgarans peningi.

Skuldi tað gleðiliga hent, at vitjanartalið ikki bara veksur, men eksploderar við útbyggingini, so ber væl til at víðka um kapasitetin, uttan at tað verður hvørki ófantaligt ella trongt.

Langhylurin skuldi ligið onkra aðrastaðni
Hetta uppáhaldið kundi ikki verið meira avmarsjerað.
Fyri tað fyrsta er alneyðugt at hava tveir hyljar undir somu lon, um vit skulu gera okkum vónir um at halda altjóða kappingar í Føroyum. Tá er ikki nóg mikið at hava ein hyl, tí tá er brúk fyri einum hyli til kapping og einum til upphiting og avsvimjing samstundis.

Fyri tað næsta er tað praktiskt og fíggjarliga skynsamt at byggja uppí gomlu høllina. Ikki bara slepst undan at byggja nýggjar service fascilitetir so sum skiftirúm, brúsur o. tíl., men har eru eisini eyðsýndir fyrimunir viðvíkjandi rakstrinum, sum verður bíligari, enn um hallirnar lógu hvør sær. Tað skulu t.d. færri starvsfólk til at reka eina stóra svimjihøll við tveimum hyljum, enn tvær smærri við hvør sínum hyli. Vit kunnu enntá kanska vóna, at nýggja høllin fer at hava meira opið.

Parkeringspláss
Nýggja høllin fer helst at merkja, at fleiri fólk fara at svimja. Tað vóna vit. Men vit skulu ikki rokna við einari fleirfalding. Havnin veksur stútt og støðugt og ikki í lopum. Hallirnar báðar verða bundnar saman og verða til eitt samanhangandi stórt svimjikompleks.

Dagførda svimjikompleksið kemur at hava júst sama tal av parkeringsplássum sum gamla svimjihøllin. Har hevur ongantíð staðið á at finna parkeringspláss; uttan so at fótbólts- ella hondbóltsdystir eru í grannalagnum. At turka vantandi parkering aðrastaðni í býnum ella í sambandi við onnur ítróttarannlegg upp í langhylsprojektið er beinleiðis óreelt. T.d. er Tórsvøllur útbygdur til 5.000 áskoðarar uttan parkeringspláss.

Kanska skuldu hesir somu politikarar fyrst hugt eftir hesum og síðani niðan eftir Karlamagnusarbreyt. Og hygg so eisini eftir fótbóltsvøllinum har uppi. Har eru, mær vitandi, eingi parkeringspláss; ella brúsur, forrestin. Í so máta er svimjihøllin fyrimyndarlig.

Eingin almenn svimjing, tá kappingar eru
Eftir útbyggingina vera, sum kunnugt, tveir svimjihyljar undir somu lon. Til stórar altjóða kappingar við fleiri hundrað luttakarum er hugsandi, at báðir hyljar verða stongdir fyri almennari svimjing. Hesar kappingar eru ikki á hvørjum ári.

Men til allar vanligar kappingar í kappingarárinum her í Føroyum verður svomið kapp í einum hyli umframt at nakrar geilar í hinum hylinum, í ávísum førum, fara at verða brúktar til upphiting og avsvimjing. Tá er einki til hindurs fyri, at nakrar geilar vera tøkar til almenna svimjing meðan kappast verður. Tað snýr seg um planlegging og vilja.

Og almenningurin og kappsvimjarar kunnu sjálvandi skifta í sama skiftirúmi. Hvat í Harrans navni skuldi verið í vegin fyri tí? Vil mann hava skilnað ímillum partarnar, ber til at skipa hetta við lyklanumrum. Tað hava vit sæð nú í koronutíðini. At havt dupultan kapasitet til hesar fáu dagar hevði verið tað reina oyðsl.

Atkomuviðurskiftir fyri fólk við rørslutarni
Tað er beinleiðis skeivt, at fólk við rørslutarni eru gloymd í langhylsprojektinum. Har eru skráar og liftir allastaðni, har trappur annars eru í nýbygninginum. Har er enntá ein heitur hylur, ið serliga er ætlaður m.a. til fólk við fjølbreki. Gamla høllin hevur eisini skiftiumstøður og vesi til fólk við rørslutarni. At ábøtur her kanska eru neyðugar hevur sum so einki við langhylsprojektið at gera. Her snýr tað seg heldur um vantandi viðlíkahald av verandi høll á júst hesum umráði.

Takkonstruktiónin
Tá býráðslimir, blottaðir fyri fakligan førleika, fara at analysera takkonstruktiónir í pressuni yvir høvdið á arkitektum og verkfrøðingum, eru orð fátøk. Heldur skuldi varaborgarstjórin tikið hetta upp við umsitingina á Vaglinum og fakkunnleikan og annaðhvørt fingið vissu fyri at alt er í lagi ella herðaklapp fyri at hava funnið feil í konstruktiónini.

Lat okkum standa saman og fáa tað liðugt
Hetta negativa spinnið tænir ongum endamáli annað enn at stinga skør og leggja fótonglar fyri projektið. Tað er umráðandi, at vit, ið vilja svimjingini tað besta, morgunfrúur, -harrar, motiónistar, skúlanæmingar, kappsvimjarar, avvarðandi o.o. standa saman ímóti áganginum ímóti hesum flotta projekti. Lat okkum koyra á og fáa tað fullført sum ætlað og avtalað. Og til tíðina! Hetta verður ein stásilig høll, sum vit øll fara at vera glað fyri í mong, mong ár.

Erling Eidesgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo