Tveir miðlar, Kringvarp Føroya og Frihedsbrevet.fo, hava viðgjørt LGBT+-evni hesa vikuna, uttan at LGBT+ Føroyar er sloppið at koma við viðmerkingum til málið. Tí koma vit her við nøkrum viðmerkingum til málið.
LGBT+ Føroyar hevur fleiri ferðir víst á, at ungir LGBT+’arar mistrívast í fólkaskúlanum orsakað av happing og ágangi vegna teirra kynsligu sannføring ella kynssamleika. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum eigur at vera tikin í størsta álvara
Eitt stig at økja um trivnaðin er, at hesi børnini kunna spegla sær í øðrum og kenna seg sum part av samfelagnum við til dømis sjónleikum, filmum o.s.fr. At hava ein leik, sum tosar um happing og fordómar og brúkar ein samkyndan sum offur fyri tí í hesi støðuni, er ikki at tosa um seksualitet. At tosa um at virða samkynd og ikki happa, er ikki at tosa um sex.
Tá tað verður sagt, at børn eru ov ung at hoyra um og skilja LGBT+-evni, verða hesi børnini undirmett. Tað er als ikki trupult hjá børnum at skilja – tað eru tað óteljandi dømi um í samfelagnum. Tað er heldur ikki skaðiligt hjá børnum at læra um samkynd, tí at mann gerst ikki samkynd/ur av at hoyra um ella síggja samkynd. Hinvegin vita vit, at kunning og upplýsing er við til at betra sjálvsvirðið og harvið eisini trivnaðin hjá LGBT+’arum, og teirra familjum, tí at virðingin fyri teimum økist, og vit fáa eitt rúmligari semfelag, sum rúmar ymiskleika.
Leikurin ‘En kænguru som dig’ varð vístur fyri umleið 500 føroyingum í fjør, og tá vóru bert góðar afturmeldingar. Í leikinum er ongin forelskaður og ongin mussast, tað er bara ein samkynd kengura, sum verður happað og útihýst, tí hon er samkynd, og ein maður, sum er fyri fordómum, tí at honum dámar at pynta seg – t.v.s. at tað snýr seg um happing og fordómar, har man bara brúkar samkyndleika sum dømi. Tey børnini, sum sóu leikin í fjør, skiltu væl hendan boðskapin, og tey dugdu eisini væl at seta leikin í ein størri samanhang, eitt nú happing vegna húðarlit ella brek.
LGBT+ Føroyar vil minna á, at fólkaskúlin skal rúma øllum børnum, eisini teimum, sum eru LGBT+’arar ella hava LGBT+’arar sum síni nærmastu, eitt nú foreldur, systkin, systkinabørn, mostrar, pápabeiggar o.s.v.
Vónandi eru tað tí fleiri lærarar og foreldur, sum fara við børnum til leikin, so hesi børnini kunnu fáa gleði av honum.
Nevndin í LGBT+ Føroyum
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo