Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fremsta uppgáva politikarana er at skapa rammur fyri at vit kunnu hava tað so gott sum gjørligt.

Er ynski um at fáa samfelgið at broyta atburð, t.d. at gerast burðardyggari, mugu politikararnir skapa rammur soleiðis at hetta ber til. Bara at seta krøv til nakað sum ikki ber til, er púra skeivt.

Vinnan vil fegin minka um CO2 útlátið, men hetta ber ikki til um ikki politikkarar okkara skapa rammur fyri hesum.

Til ber at minka um CO2 útlátið við at nýta vindorku ístaðin fyri olju, men monopolið á elorkuøkinum ger at vindorkan verður koyrd burtur ella ikki framleidd úr vindinum tí at politikararnir ikki hava skapt rammur soleiðis at hetta ber til.

Okkara egna elfelag hevur seinastu árini koyrt so nógva vindorku burtur, at elprísurin kundi verið munandi lægri enntá við minni oljunýtslu.

Vit mugu krevja av politikarunum at teir skapa rammur fyri at øll varandi orka kemur til høldar.

Tað er hvørki vinna ella palleba sum kann gera hetta. Hesa uppgávu hava okkara fólkavaldu politikarar.

Suni Kruse

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo