Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jan Lamhauge frá frihedsbrevet.fo sendi mær í gjár eitt leinki frá Gjaldsstovuni sum vísti, at stórt ósamsvar var millum játtan og roknskap á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu. Hann spurdi, hví so er. Tølini vístu, at kommunan játtar alt ov lítið í mun til nýtsluna.

Eg svaraði, at tølini líkjast als ikki teimum roknskapum, eg kenni til viðvíkjandi dagstovnaøkinum, og at eg skuldi eftirkanna tað.

Tað hevði Jan Lamhauge helst ikki tíð til, tí í dag hevur frihedsbrevet.fo grein um hesi tøl, sum tó einki høpi geva.

Tað stutta av tí langa er, at játtanin til barna- og ungdómsøkið í Tórshavnar kommunu er hægri og nógv meira samansett enn søgan, ið frihedsbrevet.fo fortelur.

Konta 11
Sum grundarlag fyri niðurstøðuni hevur frihedsbrevet.fo brúkt eina høvuðskontolinju í Búskaparskipan Landsins, sum vísir lønarjáttan á barnaansingarøkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Øll lønarnýtsla verður skrásett á hesari kontuni – kontu 11, men ikki øll játtanin, sum frihedsbrevet.fo heldur. Niðanfyri verður greitt frá tí.

- Lønarútreiðslurnar hjá sjálvsognarstovnunum í Tórshavnar kommunu verða skrásettar á kontu 11, meðan játtanin verður skrásett sum stuðul til annað virksemi, tá talan er um eina stuðulsjáttan, ið verður flutt til sjálvsognarstovnarnar mánaðarliga. Í 2021 var talan um eina samlaða stuðulsjáttan á góðar 9 milliónir krónur.

- Lønir til stuðulstímar, sum verða játtaðar sum tímar til serligan tørv umvegis sonevnda Tímagrunnin, verða útgoldnar umvegis kontu 11. Játtanin til stuðlar verður skrásett á aðra kontu sum játtan. Í 2021 var talan um eina játtan á 16 milliónir krónur.

- Lønirnar til serstovurnar verða útgoldnar umvegis kontu 11, men verða játtaðar á aðrari kontu. Í 2021 var talan um 4,8 milliónir krónur.

- Útreiðslurnar til longri sjúkrafráveru verða útgoldnar umvegis kontu 11, men verða játtaðar á aðrari kontu. Í 2021 var talan um 1,9 millión krónur.

- Lønarútreiðslurnar til frítíðarvirkisemi, har undir frítíðartilboð til 3. flokk og ungdómsklubbarnar, verða útgoldnar umvegis kontu 11, men verða játtaðar á øðrum kontum. Í 2021 var talan um 9,2 milliónir krónur.

- Reguleringar vegna broytt barnatal verður skrásett á aðrari kontu. Talan er um flytingar, ið verða gjørdar tá fíggjarárið verður gjørt upp.

- Eisini hevur verið gjørligt at brúka aðrar rakstrarútreiðslur til lønir og umvent, fram til 1. januar 2022, tá fíggjarleisturin hjá einstøku stovnunum varð lagdur um frá lønarjáttan til tímajáttan. Nærri frágreiðing um hetta niðanfyri.

Niðurstøðan er tí ein heilt onnur enn tann, ið frihedsbrevet.fo kemur til. Tá allar lønar- og rakstrarútreiðslur verða taldar saman og hildnar upp móti játtanini til barna- og ungdómsøkið, vísir botnlinjan fyri økið – uttan íløgur – eitt avlop á góðar 10 milliónir krónur.

Rætt er, at fram til 31. desember 2019 var eitt undirskot hjá stovnunum á 8,9 milliónir krónur, ið hevði hópað seg upp yvir nøkur ár. Hetta undirskotið var “nullstillað” við ársenda 2019, og byrjaðu allir stovnar tí fíggjarliga á nýggjum í 2020.

Frá lønarjáttan til tímajáttan – og tíð til annað arbeiði
Í oktober 2021 varð ein eftirmeting av dagstovnaøkinum handað býráðnum, sum hevði 6 tilmæli til betran á dagstovnaøkinum.

Fyrsta tilmælið var at játta meira pening, oyramerktan til tíð til annað arbeiði. Tilmælið var at játta 15,18 tímar um vikuna til annað arbeiði til allar vøggustovu- og barnagarðsstovur. Mettur kostnaður var umleið 18 milliónir krónur. Býráðið játtaði 10 milliónir krónur, oyramerktar til tíð til annað arbeiði á fíggjarætlanini fyri 2022. Tað svarar til umleið 8 tímar um vikuna, ið eru settir av til fyrireikingartíð, serskriv, foreldraviðtalur og annað námsfrøðiligt arbeiði, ið ikki verður gjørt saman við børnunum.

Tilmæli 2 var at broyta fíggingarleistin til einstøku stovnarnar frá lønarjáttan til tímajáttan. Í stuttum merkir tað, at skott verður sett millum rakstrar- og lønarútreiðslurnar á øllum stovnum, og at tímar, ið verða játtaðir til hvørja stovu, bert kunnu nýtast “á gólvinum”.

Samstundis merkti broytingin eisini, at ein dagstovnaleiðari hevur eitt samlað tal av tímum, ið skulu setast til hvørja stovu. Tá er tað sum útgangsstøði líka mikið, um talan er um ein námsfrøðing á hægsta lønarstigi ella eitt hjálparfólk á fyrsta lønarstigi. Tímarnir á hvørjari stovu eru tryggjaðir, og hvør stovnur kann – og skal – seta allar tímarnar á hvørjari stovu.

Afturat hesum koma tímarnir til annað arbeiði, ið kunnu leggjast uttanfyri arbeiðið á stovuni. Til dømis um ein námsfrøðingur við 35 tíma arbeiðsviku hevur 32 tímar skemalagdar á stovuni og 3 tímar lagdar uttanfyri skema til annað arbeiði.

Fyri dagstovnaleiðararnar merkir hetta, at tey ikki noyðast at hugsa um at fáa lønarjáttanina at ganga upp. Yvir samlaða dagstovnaøkið er lønarjáttanin nóg høg til at dekka allar lønarútreiðslur.

Trupulleikin er hinvegin at fáa nóg mikið av starvsfólki til at seta í allar tímarnar. Skuldi kommunan komið í tann jaliga trupulleika, at nógvir námsfrøðingar á endastigi søkja inn á dagstovnarnar, og lønarútreiðslurnar vaksa samsvarandi, verður játtanin til lønarútreiðslur hækkað.

Ein sannroynd er tó, at tað eru umleið 40 % námsfrøðingar og 60 % hjálparfólk á dagstovnaøkinum hjá Tórshavnar kommunu. Fyri at leggja upp fyri hesum var í broytingini til tímajáttan eisini løgd ein regulering inn soleiðis, at um færri enn 2/3 av øllum játtaðum tímum verða settir av námsfrøðingum, verður munurin reguleraður við 10 prosentum.

Tað vil siga, at um 10 tímar ikki verða settir av námsfrøðingi, kann stovnurin ístaðin seta hjálparfólk í 11 tímar.

Rakstrarjáttanirnar eisini hækkaðar
Tá skott varð sett millum lønar- og rakstrarútreiðslur 1. januar 2022, var eisini týðiligt, at tað kundi fara at merkjast á rakstrarjáttanini hjá fleiri stovnum. Hetta tí at útrokningarlyklarnir ikki høvdu verið endurskoðaðir í fleiri ár. Tí varð eitt arbeiði sett í gongd í 2022 at endurskoða allar lyklarnar, sum eru grundarlag undir rakstrarjáttanunum hjá stovnunum.

Hetta arbeiðið kom á mál á heysti í 2022, og eru rakstrarjáttanirnar hjá dagstovnunum tískil hækkaðar munandi tann 1. januar 2023, har tað eisini er lagdir nýggir rakstrarpostar inn.

Hetta ger, at rakstrarjáttanirnar hjá øllum stovnum í 2023 fara at samsvara munandi betri við væntaðu útreiðslurnar. Tó so, at høgi prísvøksturin í samfelagnum tekur ein part burturav hækkingini av rakstrarjáttanini.

Størsta avbjóðingin er starvsfólkatrot
Myndin av einum undirfíggjaðum dagstovnaøki er tískil als ikki rættvísandi.

Veruleikin er tíverri, at dagstovnaøkið í løtuni hevur munandi størri avbjóðingar við at seta nóg mikið av starvsfólkum til at brúka ta lønarjáttan, ið kommunan hevur er játtað til økið. Bæði 2021 og 2022, ið er við at verða uppgjørt, hevur verið avlop á botnlinjuni.

Eitt avlop á botnlinjuni er tó í hesum føri ikki ein góður trupulleiki, tvørturímóti. Tað er keðilig støða, um vit ikki fáa nóg mikið av starvsfólki til at brúka alla játtanina.

Tað er henda trupulleika, Barna- og ungdsómsdeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur størst fokus á at loysa.

Eg takki annars frihedsbrevet.fo fyri hetta høvið at greiða frá, hvussu fíggjarviðurskiftini á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu veruliga eru.

Jóan Petur Hentze
Trivnaðarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo