Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Viðmerking til skrivið hjá Hans Jacob Thomsen løgtingslimi fyri Javnaðarflokkin.

Eingin vanligur føroyingur góðtekur kríggið í Ukraina.

Tað hevur eingin føroyingur gjørt, og kemur heldur ongantíð at góðtaka tað; so, at spyrja um vit skulu verða fyrsta frælsa landið í heiminum sum góðtekur kríggið í Ukraina, er heilt burturvið.

Sama við at avtaka havnastongsulin.

At siga at tað er at venda Ukrainska fólkinum bakið, og at vit við hesum góðtaka tað sum Russland ger ímóti Ukrainum, er eisini heilt burturvið.

Havnastongsul skuldi ongantíð komið uppá tal, tí vanligi russin hevur altso einki við kríggið at gera.

Hann góðtekur ikki kríggið í Ukraina og hevur somu meining sum vit.

Viðvíkjandi at stuðla Ukrainska fólkinum við neyðhjálp, so hava vit betri ráð at stuðla teimum við opnum havnum enn við stongdum havnum.

Ein nýtist ikki at hava gingið nógv ár í fólkaskúlanum fyri at duga at rokna tað út.

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo