Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Málið hevur longu fingið drúgva umrøðu. Bæði aðalstjóri, landslækni, og landsstýrismenn og løgmaður hava sagt sína hugsan um málið.

Henda viðmerking hevur til endamáls at lýsa, hvussu málið var handfarið í Uttanríkistænastuni, og hví vit vendu okkum til landslæknan við tveimum fyrispurningum, um møguleiki var fyri at ávís sendifólk og familjur teirra kundu verða koppsett.

Tann 22. desember sendi eitt starvsfólk í toyminum, sum tekur sær av umsitingarligum og starvsligum viðurskiftum, ið hava við sendistovurnar at gera, ein fyrispurning til landslæknan.   Endamálið var at vita, um tað var møguleiki fyri at sendikvinnan og maki hennara kundu koma uppá tal at verða koppsett, áðrenn tey eftir ætlan skuldu til London seinast í januar, sum tá var hart rakt av koronu. Hetta var gjørt eftir ynski frá sendikvinnuni. Eg var á cc í teldubrævinum.

Í desember høvdu vit ongan serligan kunnleika til kunngerðina og koppsetingarætlanina annars. Málið var handfarið sum eitt og hvørt annað mál, sum annar myndugleiki varðar av. Tað varð sent viðkomandi myndugleika at taka støðu til.

Hugsanin var, at tá landið sum arbeiðsgevari sendir sendifólk út í landsins tænastu, var tað ikki óviðkomandi at kanna møguleikarnar fyri,  um sendifólk kundu koppsetast fyri koronu.

Fyrispurningurin var svaraður játtandi, og avvarðandi sendifólk (við maka) var koppsett 27. januar.

Seinni – tann 17. februar – spurdu vit, eftir áheitan sendimansins, um møguligt var at sendimaður okkara í Kina og maki kundu verða koppsett,

Tá vit sendu seinna fyrispurningin, var støðan broytt á tann hátt, at nógv umrøða hevði verið um koppsetingarætlanina. Tað vóru vit tilvitað um og drálaðu tí eitt sindur, meðan umhugsað varð hvørt tað var rætt ella ikki at senda fyrispurningin.

Samstundis vóru vit í tí støðu, at sendikvinnan til London var koppsett, og spurningurin var tí, um vit kundu gera mun á sendifólkum, og lata vera við at senda sama fyrispurning til avvarðandi myndugleika at taka støðu til. Ikki minst tá myndugleikin, sum hevur ábyrgd av koppsetingarætlanini, hevði tikið undir við, at tað var skilagott at koppseta sendifólk. Avgjørt var tí at senda fyrispurningin.

Heldur ikki í hesum umfari mettu vit, at avgerðin um at senda fyrispurningin var eitt týdningarmikið og prinsipielt mál í sær sjálvum. Aðalstjóri og landsstýrismaðurin vóru tí ikki kunnaðir. Hesum havi eg ábyrgd av.

Tað er lætt at vera eftirsnarur, men tá fyrri fyrispurningurin var settur, var ikki hildið at talan var um annað enn ein vanligan fyrisitingarligan fyrispurning, ið varð sendur avvarðandi myndugleika at taka støðu til. Av tí sama gav eg ikki málinum stórvegis ans, tá eg fekk avrit av fyrispurninginum frá starvsfelaganum, ið tók sær av málinum. Eg vænti ikki, at eg undir somu umstøðum, hevði handlað øðrvísi í dag.

Viðvíkjandi seinna fyrispurninginum, áttu vit møguliga at hugsað okkum um einaferð afturat áðrenn vit sendu hann, men tað er ikki nógv at gera við tað nú.

Eg uggi meg tó við, at avgerðin um at senda hesar báðar fyrispurningarnar  – hóast alt – kanska ikki var eitt so stórt og álvarsamt mistak, sum nógva umrøðan av málinum annars kundi bent á.

Gunnar Holm-Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo