Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesi vikuni hevur kommunulæknaskipanin verið viðgjørd í Degi og Viku tvey kvøld á rað. Hóast Heilsutrygd varð umrøtt, so vórðu vit ikki boðin at gera viðmerking til útsagnir, sum kunnu verða sæddar sum kritikkur av arbeiðinum hjá Heilsutrygd.

Vit eru samd í nógvum av tí, sum kom fram í tíðindasendingunum, men tá tað tykist sum, at Heilsutrygd verður ábyrgdað fyri øll lýtini í skipanini, er neyðugt at viðmerkja og lýsa nøkur av viðurskiftunum betur.

Heilsutrygd hevur í fleiri ár víst á, at tørvur er á at útbúgva fleiri kommunulæknar. Men Heilsutrygd hevur onga ávirkan á útbúgvingarnevndina, sum ger av, hvør lækni sleppur undir útbúgving, og heldur ikki hvussu stóra játtan, útbúgvingarnevndin hevur at arbeiða við. Tað er ein politisk raðfesting. Ein viðkomandi spurningur er, um størri dentur kann leggjast á at tryggja, at læknarnir, sum verða tiknir undir útbúgving, eisini eru sinnaðir at starvast í skipanini eftir lokna útbúgving.

Heilsutrygd hevur somuleiðis í fleiri ár víst á, at tørvur er á fleiri kommunulæknaviðtalum og kommunulæknastørvum/-normeringum, men seinastu árini hevur hetta ikki fingið nóg høga politiska raðfesting. Vit eru tí fegin um, at hetta nú verður sett á skrá.

Kommunulæknarnir, sum hava verið frammi hesar báðar dagarnar, hava m.a. greitt frá, at arbeiðsbyrðan er ov stór, og at skipanin ikki er lokkandi fyri nýútbúnar kommunulæknar. Júst av hesari orsøk er tað umráðandi, at avbjóðingarnar verða loystar, og at fleiri læknar koma í starv.

Tá tað ikki eydnast at seta læknar í fast starv, má Heilsutrygd seta avloysarar, sum við hvørt ikki eru liðugt útbúnir kommunulæknar. Tað hevur verið óvanliga trupult í seinastuni at finna avloysarar, men sjálvandi seta vit altíð teir best egnaðu. Krøvini til avloysararnar eru høg, og møgulig ivamál verða umrødd við læknafakligan ráðgeva. Hesi farnu 10 árini, sum Heilsutrygd hevur umsitið kommunulæknaskipanina, hava omanfyri hundrað ymiskir avloysarar verið, og flestallir hava verið dugnaligir og raskir. Hóast avbjóðingar eru við at tryggja øllum læknatænastur, so er setanin av avloysarum ein av stóru orsøkunum til, at skipanin virkar so væl, sum hon hóast alt ger.

Sum vit fyrr hava greitt frá, so er kommunulæknaskipanin skipað eftir lógum, kunngerðum og sáttmálum, sum Heilsutrygd má halda seg til. Innanfyri hesar karmarnar gera vit alt fyri at fáa skipanina at virka so væl sum gjørligt. Tað er tó eyðsæð, at vit mugu halda okkum innanfyri ásettu karmarnar, og ikki bara kunnu gera sum best ber til.

Heilsutrygd hevur í nøkur ár mælt til, at sjálv kommunlæknaskipanin verður eftirmett. Sum læknin í innslagnum týskvøldið peikar á, kunnu viðurskiftini millum Heilsutrygd og læknarnar tykjast ógreið. Skipanin er ein blandingur, har læknarnir eru alment settir, men virksemi teirra minnir eisini um tað hjá privatpraktiserandi læknum. Teir eru eisini arbeiðsgevarar hjá viðtalustarvsfólkum. Tí verða starvsfólka- og trivnaðarviðurskifti fløkt. Kommunurnar hava eisini ein leiklut, tí tær hava ábyrgd av at útvega høli og rinda hølisútreiðslur o.a. hjá kommunulæknaviðtalunum. Skipanin átti at verið meira einføld, har virksemið ikki er ein blandingur av almennum og privatum virksemi, og har setanarviðurskifti og ábyrgd eru greiðari.

Vit eiga eisini at ansa eftir, hvussu vit tosa um kommunulæknaskipanina í almenna rúminum, tí tað tænir ikki skipanini at tosa hana niður. Hetta hevur heldur øvugtan virkna, og kann elva til afturhaldni hjá nýggjum dugnaligum læknum og øðrum heilsustarvsfólki at starvast í skipanini – og kann leggja óneyðugt trýst á læknar og viðtalustarvsfólk, sum annars trívast. Um vit ynskja eina broyting í skipanini, tænir tað øllum best, at viðkomandi partar viðgera skipanina virðiliga, við tí fyri eyga at gera hana betri. Tað eru ikki allir kommunulæknar, sum eru ónøgdir í skipanini. So hóast tað eftir summum útsøgnum kann tykjast sum, at alt er galið, so er ikki víst, at tað er allur sannleikin.

Á Heilsutrygd halda vit, at vit í hesum lítla landi eiga at megna at gera eina kommunulæknaskipan, sum veitir øllum borgarum eina góða heilsutænastu, og sum tryggjar teimum, sum starvast í skipanini, góðar arbeiðsumstøður.

Vit vóna, at øll skipanin verður eftirmett, tí Heilsutrygd fær ikki broytt skipanina. Hon má broytast politiskt.

Heilsutrygd
Egil á Bø

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo