Nú Heðin Mortensen enn einaferð hevur villleitt borgararnar í Tórshavnar kommunu í sambandi við Ovara Vøll, føla vit okkum noydd at framleggja fakta í málinum.
Tá vøllurin var fáar vikur gamal hoyrdist, at vøllurin ikki var egnaður at spæla á, tí bólturin rullaði ikki sum hann skuldi.
Hetta kom ikki serliga óvart á okkum, tí vit høvdu frá byrjan ávarað um, at hetta kundi henda, um tað ikki varð koyrt nokk av granulati í vøllin.
Táverandi býráð var samstarvssinnað, og semja var um at keypa 16 tons av granulati afturat, og leggja tað í vøllin.
Trupulleikin tá var, at granulatið kann ikki leggjast í, tá tað er vátt í veðrinum, so vit vóru noydd at bíða eftir turrum veðri.
Tað góða samstarvið við Tórshavnar kommunu steðgaði, tá Heðin Mortensen og Anfinn Brekkstein sluppu framat, og knappliga vildi Tórshavnar kommuna ikki samstarva um at loysa trupulleikan.
Tá hetta eyka granulatið umsíðir varð lagt í vøllin, tók Heðin av onkrari orsøk avgerð um, at einans leggja 8 tons í vøllin, og skjótt aftaná kom avgerðin um, at vøllurin skal skiftast.
Heðin hevur eftir øllum at døma ikki lurtað eftir ráðgevum í hesum málinum, tí um hann hevði tað, so var trupulleikin langt síðani loystur.
Tað er ikki rætt at bólturin rullar óvanligt, og tann FIFA Quality PRO testin, sum SportsLabs gjørdi 05.10.2021, tekur eisini hædd fyri bóltrullinum.
Tað er eisini týdningarmikið at leggja afturat, at serfrøðin á økinum í Føroyum ikki liggur í túnatosi, men hjá Landsbyggifelagnum og hjá umsitingini í Tórshavnar kommunu.
JutaGrass, sum FIFA licensed framleiðari undrast stórliga á mannagongdini hjá einari so stórari kommunu, sum Tórshavnar kommuna er, og stendur spyrjandi, tí hvørki Laiderz ella JutaGrass hevur enn móttikið nakra reklamatión.
Laiderz og JutaGrass hava uppfylgt øll krøv til útboðið.
Viðlagt er úttalilsi frá SportsLabs frá 29.01.2021.
Jutagrass Laiderz
Jan Belina Trine Laiderz
Commercial Director Daglig leder
I understand and indeed it is regrettable as there is nothing wrong with the turf insofar as I could see, it is just the nature of the product when it is brand new. The issue will resolve itself over a bit more time however the field just needs to be used more and more right now.
Let me know how things get along this summer and we can discuss further.
Jeremy Hardouin-Atlan
Sports Labs Nordic
Oslo, Norway
Hi Trine,
It is not unusual for this to occur with ball behaviour on new pitches. This is typically because of how stiff the yarn is, and it certainly isn’t helped by cold temperatures during the winter time. I would give it until the summer when usage will increase on the pitch and the yarn will generally begin to wear out more and more. The ball roll will normalise once this happens.
There is definitely nothing wrong with the installation of the turf or the turf itself so this is just a case of the product being very new and in this case, the yarn being very stiff and resistent.
Kind regards,
Jeremy Hardouin-Atlan
Sports Labs Nordic
Oslo, Norway
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo