Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Í Degi og Viku mánakvøldið 26. februar 2024 varð greitt frá einari av umsóknunum / verkætlanunum, sum í ár hava fingið tillutað svartkjaft til vinnuligar fiskiroyndir. Spurnartekn varð sett við, hvørt tillutanin er í samsvari við ásetingarnar um ognarviðurskifti í sjófeingislógini (§ 11).

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2024 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 5 av teimum 14 umsóknunum játtaðar, og hava hesar fingið tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum. Millum játtaðu umsóknirnar eru eins og undanfarin ár talan um bæði skip og virkir á landi. Í ár er talan um 2 skip, sum skulu gera royndir við trolútgerð, og 3 virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu.

Ásetingarnar í lógini um sjófeingi um ognarviðurskifti fevna um vinnuligan fiskiskap og ikki um framleiðslu á landi. Í svarinum til umsóknirnar, sum hava fingið tillutað kvotu, er við tilvísing til § 50, stk. 4 í sjófeingislógini tilskilað, at fiskiskapurin kann bert fara fram við fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi, og kvoturnar kunnu bert nýtast av teimum skipum/bátum, sum eru nevnd í umsóknini og sum lúka ásetingarnar í sjófeingislógini fyri at fáa fiskiloyvi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo