Hvannrók: Bjarni Hammer gevur ilt av sær í fjølmiðlunum, tí hann heldur, at Vørn raðfestir ikki nóg gott arbeiðið hjá stovninum.
Í greinini tvinnar hann saman trygd umborð á kappróðrarbátum, og tað, at fiskiskip hava trupulleikar at pumpa fisk millum tvey skip.
Hvussu raðfestir Vørn? Spyr Bjarni.
Hann finst at, at næsthægsta raðfesting hjá Vørn er at liggja og stima eftir kappróðrarbátum og gleðast yvir at geva ungum rógvarum túsund krónur í bót, um einstakur rógvari av misgávum hevur gloymt sín vest.
Løgin eygleiðing og niðurstøða, má sigast.
Keðiligar ábreiðslur, tí vit skulu minnast til, at Bjarni er býráðslimur, løgtingslimur, hevur arbeitt sum løgreglumaður og stýrir Firvaldi við gentum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo