Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, hevur í grein við heitinum, “Eitt átak hjá KvF móti Framherja”, 10. apríl 2021, fleiri viðmerkingar um KvF og sendingina “Teir ómettiligu II”.

Tað er gleðiligt at Anfinn Olsen soleiðis greinar nakrar flytingar og harvið gloppar dyrnar um hvussu sambandið er millum føroyingar og útlendskan kapital í føroysku fiskivinnuni.

Anfinn Olsen brúkar stóran part av sínum skrivi at greiða frá flytingunum, og viðmerkir síðan samrøðutilgongdina.

Vit fella ikki dóm
Tað hevur verið ført fram, at Kringvarp Føroya hevur felt ein dóm yvir Anfinn Olsen og hansara virksemi. Tað er ikki rætt.

Føroysku sendingarnar um Teir ómettiligu byggja á tilfar, sum fyri nakað síðan var grundarlag undir eini sending hjá íslendska kringvarpinum RUV, sum segði søguna um virksemið hjá Samherja í Namibia, sum var svansað inn í mutur og annað.

Júst í tí málinum komu skjøl fram, sum eisini umrøddu Framherja.

Í íslendsku sendingini um virksemið í Namibia, vóru feløg á Kýpros í miðdeplinum - og júst hesi feløg høvdu verið miðdepilin í stórum flytingum millum Framherja/FramInvest og íslendska Samherja. Hesi feløg, m.a. Esja Seafood, verða nú kannað av myndugleikunum.

Umframt øll skjølini á Wikileaks er høvuðskeldan til avdúkingarnar, sum hava ført til rættarmál móti Samherja í Namibia, kanningar í Íslandi og sum eisini hevur elvt til altjóða tíðindasøgur, Jóannes Steffansson. Hann er fyrrverandi stjóri hjá Samherja í Namibia. Steffansson viðgongur, at hann hevur goldið mutur fyri Samherja, meðan hann var í starvi hjá reiðaríinum. Samherji vísir aftur, at reiðaríið hevur nakað við hetta at gera.

Steffansson er púra greiður í síni fatan av Framherja. Føroyska reiðaríð er at meta sum eitt dótturfelag hjá Samherja – tað sama siga innanhýsis skjøl. Hetta eru álvarsligar og tungar ákærur, sum hava stóran relevans fyri føroysk viðurskifti. Tí var ikki meira enn natúrligt hjá okkum at kanna hetta nærri og seta relevantar spurningar til tey, sum standa fyri virkseminum. Samherji vildi einki siga, meðan Anfinn Olsen gjørdi eina samrøðu við kringvarpið.

Vit settu spurningar og bóðu um svar – vit dømdu ongan.

Samrøðan
Áðrenn samrøða var gjørd, var ein forfundur í Fuglafirði millum journalistarnar Barbaru Holm, Jan Lamhauge og Anfinn Olsen har vit greiddu frá hvørjar spurningar vit ætlaðu at seta. Her vórðu m.a. skuldsetingarnar hjá Steffanssyni – at Framherji einans var eitt dótturfelag – umrøddar.

Eftir hendan fundin sendu journalistarnir spurningarnar til Anfinn Olsen, og spurdu nær samrøðan kundi gerast. Tann eini spurningurin var: “Samherji brúkar "sølufeløg" á skattaskjólum sum Kýpros og Mauritius at fáa pengar úr sínum dóttirfeløgum kring heimin. Hvat sigur tú til tað?”.

Tá avtalaða samrøðan verður gjørd 5. mars, verður eisini hesin spurningur settur, sum avtalað var. Tí var tað heilt óvæntað, at Anfinn Olsen segði seg einki kenna til nakran samhandil við felag á Kýpros. Hann hevði jú havt dagar at fyrireika seg í. Stjórin í Framherja visti onki um nakran samhandil millum síni feløg og nakað felag á Kyprós. Journalisturin mátti tí eftirfylgjandi fara eftir telduni at vísa Anfinni Olsen, at har also vóru nakrar flytingar millum hansara feløg og feløg hjá Samherja á Kyprós. Tað hevur verið eitt sindur av kjaki, hvørt tað var rætt, at vísa hetta klippið. Vit hildu tað vera rætt at vísa tað, tí her fekk Anfinn Osen enn eitt høvi at greiða frá, ella at biðja um eina nýggja samrøðu. Stjórin í Framherja var tó líka spyrjandi. Viðmerkingin hjá honum í hesum klippinum er: ”Eru vit uppi í nøkrum felag á Kýpros”. 

Journalisturin lovaði at senda stjóranum í Framherja yvirlitið av flytingum millum hansara felag og felagið hjá Samherja á Kýpros. Aftaná samrøðuna samskiftu journalistarnir við Anfinn Olsen bæði umvegis teldupost og telefon. Vit sendu honum roknskapirnar hjá felagnum á Kýpros 16. mars, so hann kundi viðmerkja teir. Svarið kom frá Anfinni Olsen 22. mars, har hann ger greitt, at hann ikki hevur fleiri viðmerkingar. Fyri at sleppa undan misskiljingum gera vit okkum tó tann ómak tveir dagar seinni, 24. mars, at senda honum spurningar, so hann kann koma aftur um aftur við einum grundaðum svari. Og ikki bara siga í eini sjónvarpssamrøðu, at hann einki veit.

Men einki bar á mál.

Anfinn Olsen fekk tí allar møguleikar at svara, so hann ikki tyktist fultkomuliga óvitandi um nakrar flytingar, sum vóru framdar. Ein heilur mánaður gekk frá tí at samrøðan varð gjørd 5. mars til sendingin varð send 6. apríl.

Seinni hava bæði útvarpstíðindini, Dagur og vika og Breddin roynt at fingið viðmerking frá Anfinni Olsen, uttan at tað hevur eydnast.

Frágreiðing um flytingar millum Føroyar og Kýpros
Ein stórur partur av greinini hjá Anfinni Olsen eru hansara frágreiðingar um, hví 16 flytingar eru gjørdar millum feløg, sum hann sjálvur er stjóri fyri, og feløg, sum Samherji eigur á Kýpros. Sambært Anfinni Olsen hava allar 16 flytingarnar samband við keyp og sølu av skipum.

Sum sagt skal Kringvarpið ikki fella nakran dóm í hesum máli. Tvørturímóti sigur kringvarpsjournalisturin Barbara Holm, at hóast vit ikki vita, hvør orsøkin til flytingarnar millum Føroyar og Kyprós er, so kunnu tað vera sakligar grundgevingar fyri hesum flytingunum.

Sæð í ljósinum av skuldsetingunum hjá Steffanssyni raka hesar flytingarnar tó í kjarnuna av nógv umrødda spurninginum um ræði á Framherja.

Nú er hol sett á hetta sera viðkomandi mál, og myndugleikarnir fara at kanna nærri, um hald er í skuldsetingunum hjá Steffanssyni.

Georg L. Petersen
Deildarleiðari/News director, Aktuelt

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo