Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um dagarnar var stórt hátíðarhald í Vágsbotni, nú Nólsoyar Páll kom aftur í Vágsbotn. Hetta er ein góð staðsetning, sum minnilutin í  býráðnum tekur fult undir við, og skal meirilutin hava takk fyri tað. Men tá man politiskt byrjar at  válka sær í hesum máli við at skjóta eftir undanfarna meiriluta við, at tey ikki vildu vita av Nólsoyar Páll, og at hann tí skuldi vekk fyri ein og hvønn prís, so hevur hetta onki hald í veruleikanum.  Nólsoyar Páll varð fluttur í samráð við listamannin og í tøttum samráð við listaráðið hjá Tórshavnar kommunu, og semja varð um, at tað skuldi finnast ein virðilig og enn betur loysn til Nólsoyar Páll.  At nýggj staðsetning var neyðug skyldast, at arbeitt hevði leingi verið við eini heildarætlan fyri Vágsbotn og at umskipað alt økið.

Borgarstjórin í Havn nevnir fyri útvarpinum herfyri, at undanfarna býráðssamgonga tók Nólsoyar Páll burtur tí ein skoytibreyt skuldu leggjast í Vágsbotn.  Hetta er tikið burtúrúr einum samanhengi, tí  sannleikin liggur í,  at bæði tásitandi meiriluti og núsitandi meiriluti hava í longri tíð, ja í fleiri ár arbeitt við at umskipa Vágsbotn, soleiðis at tað bleiv meiri rúm fyri hugna og samveru hjá havnaborgarum í Vágsbotni. Vágsbotn er eitt av teimum fáu støðunum í miðbynum í Havn, har tað ber til at savna fólk til hugna og samveru.  Trappan, sum varð partur av fyrru arkitektakappingini frá 2014 skuldi gerast ein samanrunnin partur við eitt torg, har ymisk tiltøk kundu vera um sumrarnar  og eisni um veturin, har ein skoytibreyt kundi vera um jóltíðir, og ferðslan skuldi í tí sambandi eisini umskipast.  

Eins og tað bleiv gjørd ein royndarverkætlan við skoytibreytini ( sum tó ikki bleiv ført út í lívið, orsaka av ov nógvari mótstøðu) so verður enn  arbeitt við ymiskum  royndarverkætlanum, í løtuni við eini træterassu, har ymisk tiltøk kunnu vera um summarið, og har ferðslan verður leidd ígjøgnum økið, har Nólsoyar Pál stóð fyrr. Hetta er eisini orsøkin til, at Nólsoyar Páll nú ikki er staðsettur á neyvt sama stað sum áður,  men á einum øðrum stað í Vágsbotni. Tí er tað ongin orsøk at spinna politisk spinn uppá hetta málið, tí ætlanin var alla tíð, at Nólsoyar Páll skuldi flytast á eitt virðiligari stað saman við listamanninum og listaráðnum, og tað úrslitið fegnast vit øll um í dag.  Undanfarna  býráðssamgonga setti út í kortið, at gera eina standmynd av Andreu Árting, sum núsitandi býráð hevur avgjørt  at arbeiða víðari við, og tað fegnast vit almikið um. Hóast vit harmast um, at listaráðið hjá Tórshavnar kommunu nú er avtikin, so latið okkum politiskt standa saman um okkara fortíðar hetjur heldur enn at klandrast um tær, tað skylda vit teimum.

Vegna minnilutan í Tórshavnar Býráð
Annika Olsen, Jákup Dam, Ruth Vang, Elsa Berg og Gunvør Balle

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo