Eg eri eitt av ferðafólkunum, sum eri strandað í Bergen. Eg má siga, at eg havi ongantíð upplivað so vánaliga service (les: ikki ekstisterandi service).
Vit ferðafólk vóru fullkomuliga slept uppá fjall her. Hvørki Atlantic Airways ella Bergen floghavn tóku ábyrgd av okkum.
Vit lendu kl. 11.30, sluppu í land ca. 1 tíma seinni. Sótu so í hølinum og bíðaðu eftir viðførinum allan dagin.
Vit sluppu ikki út, tí vit mátttu biða eftir viðførinum, sum ikki kom.
Vit høvdu ikki møguleika at keypa hvørki vátt ella turt.
Av tí, at fráferðin úr Berlin skuldi vera so tíðliga, vóru tað nógv, sum ikki høvdu etið áðrenn.
Eftir ca. 4-5 tímar út í buss uttan viðføri.
Bussurin vendi aftur til flogvøllin og so aftur at bíða í 1 1/2 tíma.
Tá ið avgerð varð tikin um, at vit skuldu yvirnátta í Bergen kl. 11.30, er tað ikki rímuligt, at vit nústani komu til hotellið kl. 18.30.
Á hottellinum fingu vit voucher til mat - 200 norskar krónur (131 danskar krónur). Voucherin kundi bara brúkast til eina buffet, sum kostaði 255 norskar krónur. Tvs. vit fingu ikki so frægt sum mat ókeypis.
Atlantic upplýsti, at flogvøllurin í Bergen var stongdur pga. veðri, men hetta er lygn. Har komu flogfør eftir okkum, og øll onnur fingu viðførið uttan trupulleikar.
Atlantic upplýsti, at agentur í Begen skuldi taka sær av øllum, men hetta var lygn. Har var eingin agentur. Vit fingu at vita, at vit ferðafólk fingu tað, sum Atlantic rindaði fyri….!
Starvsfólkini umborð á AA sluppu sær bara avstað undan øllum. Tvs. rýmdu uttan at hjálpa.
Har vóru familjur við børnum, sum bara máttu klára seg sjálv uttan mat og drekka. Ein drongur var illa fyri, hevði verið sjúkur umborð á AA. Hevði tørv á at fáa mat og drekka. Hetta varð bara kveistrað burtur. Tá ið ringt var til AA í Føroyum, fingu vit bara óhøvisk svar aftur.
At lata ferðafólk sita í eini viðførishøll uttan møguleika at fáa vátt ella turt í 7 tímar er so undir alt lágmark.
Ferðafólk
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo