Tórshavnar kommuna: Í tveir dagar, týsdagin og mikudagin, hava umboð fyri stovnar, áhugafeløg og frítíðarfelagsskapir í teimum trimum londunum í Ríkisfelagsskapinum, Grønland, Danmark og Føroyar, verið á talgildari ráðstevnu.
Talan er um ráðstevnu um Nordplus Vaksin verkætlanina, ið hevur til endamáls at knýta tættari bond og menna samstarvið millum áhuga- og frítíðarfelagsskapir í Ríkisfelagsskapinum.
Yvirskiftin fyri ráðstevnuna hesaferð var “Foreningslivets samarbejde i Rigsfællesskabet” og var ráðstevnan skipað í tveimum pørtum.
Fyrri parturin sipar til yvirskriftina og snúði seg um samstarvið millum áhuga- og frítíðarfelagsskapir í Ríkisfelagsskapinum. Dentur var millum annað lagdur á, hvussu samstarvið kann styrkjast og mennast í framtíðini.
Hin parturin snúði seg í stóran mun um sjálvan Ríkisfelagsskapin og tær avbjóðingar, sum eru í felagsskapinum.
Og júst Ríkisfelagsskapurin var eitt yvirskipað og afturvendandi evni á ráðstevnuni. Fleiri spennandi fyrilestrar tóku saman um støðuna og avbjóðingarnar í Ríkisfelagsskapinum.
Eitt nú herlt Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi danskur diplomatur og NATO sendiharri fyrilestur undir heitinum “Kan Rigsfællesskabet opløses og samles igen frivilligt - og i så fald om hvad og hvilken form?”
Martin Breum, journalistur og rithøvundur, sum hevur skrivað nógv um Ríkisfelagsskapin og Arktiska økið, helt eisini fyrilestur um sama evni. Heitið á hansara fyrilestri var “Kan Rigsfællesskabet forandres for at bevares?
Og Ulrik Pram Gad, seniorgranskari á Dansk Institut for Internationale Studier, helt fyrilestur um hugtakið “Free associations”.
Millum fyrilestrahaldararnar tóktist breið semja at vera um, at rembingar eru í Ríkisfelagsskapinum, sum fer at broytast í komandi tíðum. Spurningurin er bara hvussu.
Nordplus verkætlanin
Tórshavnar Kvøldskúli er við í Nordplus Vaksin verkætlanini og hevur samskipandi leiklutin vegna Føroyar.
Nordplus Vaksin verkætlanin leggur dent á týdningin, sum áhugafeløg og felagsskapir hava fyri samfelagið, lokalt og landanna millum. Eitt nú, tá um mentan, útbúgving, sosial viðurskifti og luttøku í felagslívi ræður.
Endamálið er at styrkja og menna kunnleikan og tilvitskuna um sosiala inklusjón, demokrati, samborgaraskap og fólkaræðisligar mannagongdir og burðardygga umhvørvismenning.
Verkætlanin byggir í stóran mun á tankarnar um fólkaupplýsing í breiðastu merking.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo