Atletico Madrid er sligið út úr Champions League og skal nú venja seg við Europa League fótbólt í vár, meðan Chelsea ikki vann sín bólk, men kom víðari sum 2ari - sum kanska ikki er so galið hóast alt, tá havt verður í huga, at lið sum Juventus, Real og Bayern høvdu bíðað í 2. umfari, um Chelsea hevði vunnið sín bólk.
Hetta er greitt, eftir at Chelsea og Atletico í kvøld leiktu 1-1 á Stamford Bridge, meðan Roma vann sín dyst á heimavølli ímóti Qarabag 1-0.
Saul Niguez legði Atletico á odda 1-0 í 56. minutti, meðan Chelsea kom uppá javnt í 75. minutti, tá Stefan Savic var so óheppin at gera sjálvmál.
Roma og Chelsea fingu bæði 11 stig í bólki C, men Roma var betri innanhýsis. Atletico Madrid fekk sjey stig, meðan Qarabag fekk tvey stig - bæði ímóti Champions League silvurvinnarunum frá 2014 og 2016.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo