SF: Í kvøld verður SF 20 ÁRA JUBILEUMSKONSERT á Vágsbø klokkan 22:00.
Á hesari konsert fer Summar Festivalurin at hátíðarhalda, at 20 ár eru liðin, síðani fyrsti festivalurin varð hildin.
Á konsertini framføra yvir 20 tónleikarar og sangarar. Spældir verða sangir, sum hava verið framførdir á Summar Festivalinum ígjøgnum árini.
Millum nøvnini, sum fara at framføra á konsertini, verða Lena Anderssen, Jørgin Dahl, Guðrið Hansdóttir, Ingi Poulsen, Paul Watchorn, Laila Carlsen, Malan Eyðunsdóttir og Karl Martin Samuelsen. Eisini verður okkurt yvirraskilsi.
Lagt verður upp til eina hugnaliga og fangandi fagnaðarkonsert, har teir góðu og kendu sangirnir vera í miðdeplinum. Hetta verður ein minnilig løta á ársins festivali.
Her sæst reportasja úr venjingarhølinum:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo