Í hesum filminum greiðir Tummas Frank Joensen frá ymsum hann hevur upplivað í drúgvu tænastuni hjá Strandferðsluni.
SSL skrivar á heimasíðuni, at upprunaætlanin var at halda eitt stórt hátíðarhald við einum túri við nýggju tríkiljuni hjá Strandferðsluni, men korona broytti hesa ætlan. Hetta leiddi okkum til at royna nakað heilt nýtt, tað bleiv ein stuttfilmur um Tummas Frank, har hann greiðir frá sínum arbeiði umborð á Teistanum, um upplivingar o.a. hjá Strandferðsluni.
Eisini Ansgar Lenvig, sum hevur verið í drúgvari tænastu hjá Strandferðsluni er við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo