Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

SF: Tjaldplássið á Summar Festivalinum er sum ein lítil føroysk bygd. Fólk í øllum aldri gista í bygdini, og øki eru sett av til ungdóm og familjur.

Tjaldbygdin liggur mitt á festivaløkinum, í hjartanum í Klaksvík, og haðani er lætt og lagaligt at uppliva festivalin. Tað er eitt hanagleiv av Vágsbø og heim í tjaldið.

– Vit gera nógv burturúr at skapa hugna á tjaldplássinum og at gera umstøðurnar hjá tjaldarunum so góðar sum gjørligt, sigur Ragnhild Ellingsgaard, samskipari.

Niðanfyri greiðir hon frá um tjaldplássið á Summar Festivalinum, sum byrjar hósdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo