Hendingin fór fram 6. oktober, og er seinni váttað av Fólkatinginum.
Limir í Uttanríkispolitisku nevndini hildu seg vera á videofundi við andstøðuleiðaran í Hvítarusslandi, Svetlanu Tikhanovskaja. Men tað vóru teir ikki. Tvørtur ímóti var tað russiska satiruduettin Vovan & Lexus sum høvdu megnað at lumpað Martin Lidegaard, formann, og aðrar limir í nevndini til at koma á fund.
Fyrst verður tosað aftur og fram um spentu støðuna í Hvítarusslandi, og viðurskiftini ímillum eystur og vestur sum heild. Knappliga, umleið 18 minuttir inni í sjálvum fundinum, byrjar tann sum tey halda er Svetlana Tikhanovskaja at tosa um djórabordell í Danmark.
Hon sigur seg hava hoyrt, at fleiri av limum í Uttanríkispolitisku nevndini ofta vitja hesi djórabordell, og at teimum dámar serliga væl at hugna sær saman við skjaldbøkuni Tortilla.
- Hetta er andstyggiligt og má halda uppat alt fyri eitt, sigur Svetlana og leggur afturat, at týski samveldiskanslarin, Angela Merkel eisini hevur sagt at tað passar.
Av einihvørjari orsøk sóust ikki allir luttakararnir á fundinum við mynd, eitt nú sóust luttakararnir úr Hvítarusslandi ikki, og tí vistu donsku politikararnir ikki, hvønn teir tosaðu við.
Í byrjanini roynir Martin Lidegaard, formaður, at siga, at hetta má vera russisk falstíðindi fyri at skaða Danmark.
Fyri at gera ilt verri gongur ein løta frá tí at fundurin verður brotin av, til skrivarin hjá Uttanríkispolitisku nevndini í Fólkatinginum fær krøkt russisku skemtararnar av. Tí er eisini løtan við, tá tað gongur upp fyri teimum, at her er helst ikki alt sum tað eigur at vera.
Trýst á pílin mitt í myndini omanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo