Hendingin fór fram, tá valstýrið skuldi staðfesta úrslitið av tjóðartingsvalinum.
Sitandi stjørn, sum er russiskt vinarliga sinnað, vann valið, men andstøðan førir fram, at valsvik er hent.
Umboðið fyri andstøðuna, Davit Kirtadze, kastaði máling eftir valstýrisformanninum, Giorgi Kalandarishvili, og segði, at hann var ein svartur blettur á søguni hjá Georgia.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo