Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vil hava Landsstýrismálanevndina at kanna, um løgmaður hevur borið skeivar upplýsingar um, hvussu nógv russisk skip hava umskipað og landað í føroyskum havnum, og um Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur sagt ósatt um, hvat Uttanlandsnevndin kann siga løgtingsfólki, skrivaði KVF í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo