Ein stór bingja var á veg á sjógv í bátahylinum í Leirvík, men har eydnaðist at fáa sett fast á hana, áðrenn hon fór nakran veg og møguliga gjørdi skaða á bátar sum lógu í hylinum.
Í fleiri førum hoknaðu ljóssteyrar undir nógva vindinum og endaðu á vegnum. Annars var mest talan um húsaskaðar, klædning, takplátur, rútar og bretti sum fóru í vindinum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn við VP.
Talan var um einar hálvthundrað skaðar í alt og teir vóru um alt landið.
Onki er frætt frá nøkrum mannskaða.
Vidobrotið, sum Ólavur Frederiksen hevur tikið upp, vísir nýggja Hilton Hotellið í Havn í nógva vindinum í gjár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo