Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Fyri tíggju døgum upplivdi Kylian Mbappé at tapa eina HM-finalu upp á brotsspørk.

Í kvøld skeyt hann avgerandi brotssparkið seks minuttir inni í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Mbappé setti bóltin ósvikaligt trygt í netið, og PSG vann harvið Ligue 1 uppgerðina móti Strasbourg 2-1.

Marquinhos hevði annars lagt PSG á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, áðrenn hann sjálvur gjørdi sjálvmál í seinna hálvleiki.

Og í 62. minutti varð Neymar vístur av vøllinum, tá hann fekk sítt seinna gula kort í dystinum fyri at filma.

Men Parísianararnir fingu kortini tey trý stigini í hús, tá ið avtornaði, og hava nú 44 stig á 1. plássi, átta fleiri enn Lens á 2. plássi.

Heimsmeistarin Lionel Messi var ikki við í kvøld, tí hann hevur enn frí eftir finalusigurin í HM tann 18. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo