Íbúgvarnir í íslendsku bygdini Fáskrúðsfjörður, fólkatal 662, savnaðust á bryggjuni herfyri at hoyra 22 ára gamla italska pianoleikaran og tónaskaldið Costantino Carrara taka upp Stairway to Heaven, skrivar Morgunblaðið.
Carrara er millum nýggja ættarliðið av tónleikarum, sum leggja seg eftir at hoyrast og síggjast á sosialum miðlum, heldur enn at selja fløgur og hava konsertir.
Tá ið Carrara var 14 ára gamal byrjaði hann at leggja út á YouTube, har yvir 115 milliónir tilsamans hava sæð hansara video.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo