Sera nógv slit var á lendið í Mykinesi í summar. So nógv, at viðhvørt var neyðugt at stongja gøtuna so fólk, sum høvdu ætla sær út í hólmin, ella bara ein part av vegnum, noyddust at venda við.
Fyrr í dag segði Esbern í Eyðanstovu, bóndi í Mykinesi, við VP, at hann ivast stórliga í um lendið fer at koma fyri seg til næsta summar, tá roknast kann við at nógv aftur fara at ganga har.
Spurningurin er tí, hvat kann gerast.
Eitt uppskot, sum hevur verið at sæð á sosialu miðlunum, er ein loysn líknandi henni sum er í Írlandi og verður nevnd The Cuilcagh Legnabrocky Trail. Talan er um gongubrúgv, summastaðni við girðing og summastaðni uttan. Ætlanin er í øllum førum, at tey vitjandi skulu halda seg á gongubrúnni.
Spurdur um hann helt, hetta kundi verið ein loysn í Mykinesi sigur Esbern í Eyðanstovu, at tað er ikki óhugsandi.
Tey fýra umboðini fyri hagarnar fara nú at umrøða, hvat frægast er at gera.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo