Í kjalarvørrinum av 2-1 sigrinum hjá Manchester City í gjár ímóti Southampton á Etihad, var Pep Guardiola, venjarin hjá Manchester City, ovurfegin.
Ja, somikið ovurfegin var hann, at hann fór yvir til Nathan Redmond hjá Southampton og rópti eitthvørt eftir honum, sum fyri tann meiniga hyggjaran kundi sæð út, sum hann láturliggjørdi hann.
Eftir dystin segði Guardiola, tá hann varð spurdur um hendingina, at hann einans hevði róst Redmond fyri, hvussu góður hann var.
City skoraði sigursmálið í dystinum í gjár í evstu løtu - í 95. minutti - við einum máli frá Raheem Sterling.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo