Sarkofagið hjá Margrethu drotning er nú liðugt, boðaði kongshúsið frá í dag.
Sarkofag er skreytbúgvin líkkista, og tann hjá Margrethu er nú gjørd klár til drotningina tá tann tíðin kemur, og hon skal leggjast til hvíldar í dómkirkjuni í Roskilde.
Nógv og virðismikið tilfar er sum vera man brúkt til kistuna. Eisini grót, sum kistan skal hvíla á. Grótið kemur úr Føroyum, Danmark og Grønlandi.
Omanfyri ber til at síggja ein stuttan film av arbeiðnum at gera skreytkistuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo