Amerikumaðurin Drake Paragon hevur ferðast í nógvum londum við seglbáti sínum. Tá hann liggur í havn plagar hann at gera ymiskt forkunnugt. Eitt nú tók hann sera forkunnugar myndir við dronu í Føroyum langt áðrenn dronan bleiv hvørsmansogn.
Nýggjasta "leikutoyið" hjá honum er ein eitthjulað, eldrivin súkkla, ein sonevnd Gotway Nikola.
Hygg her hvussu hon virkar og hvat kom burturúr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo