Mikudagin fara tey at seta fleiri trø niður í Viðarlundini í Vestmanna, sum í gjár fylti 30 ár.
Tað var Finnbogi Joensen sum tók stig til at fara undir viðarlundina, og hann skipaði eisini fyri at fáa lendi til vega og legði lunnar undir serligu skipanina sum hevur verið við at børnini í bygdini seta sítt egna træ niður tá tey byrja í fysta flokki.
Her eru nakrar myndir av viðarlundini, sum hon sær út í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo