Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag 2. september eru fýra ár liðin síðani táverandi samferðslumálaráðharrin Henrik Old kvetti snórin til nýggja Viðareiðistunnilin.

Fyrsti tunnilin í Føroyum var tikin í nýtslu í 1963 og tað var tunnilin til Hvalbiar. Tunnilin til Viðareiðis var tunnil nr. 19 í Føroyum.

Hetta merkir, at síðani 1963 er ein tunnil tikin í nýtslu við í miðal trimum árum ímillum. Í 60unum vóru fýra tunlar tiknir í nýtslu. Í 70unum tríggir. Í 80unum fimm.

Kreppan í 90unum var helst orsøkin til at bert Kollafjarðatunnilin (1992) og Sumbiartunnilin (1997) vóru tiknir í nýtslu.

Eftir aldarskiftið vóru fýra tunlar tiknir í nýtslu fyrstu áratíggjuni.

Men í tíðarskeiðnum 2011-20 er bert ein tunnil tikin í nýtslu – Viðareiðistunnilin.

Vit skulu heilt aftur til 2007 fyri at finna næstseinasta hátíðarhaldið, tá Hovstunnilin var tikin í nýtslu.

Møguliga hevur fíggjarkreppan fyri sløkum 10 árum síðani verið ein orsøk til tunnilsstopp í Føroyum.

Skiftandi andstøður hava altíð verið fúsar at gera tunlar, men striltið hevur gingist at fingið samgongurnar at góðkent uppskotini.

Men seinastu árini hevur sannur tunnilsfepur valdað í Føroyum og komandi 10 árini fara helst at seta met, tá talan er um at taka nýggjar tunlar í brúk.

Eysturoyartunnilin og nýggi Hvalbiartunnilin verða væntandi lidnir fyrst í komandi ári. Sandoyartunnilin helst klárur í 2023 og Dalstunnilin er í gerð.

Í hesi vikuni er seinasta freist hjá arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning í sambandi við at nýggir tunlar Norð um Fjall verða bodnir út í næstum.

Ætlanin er at hesir tunlar fara í gerð síðst í hesum árinum ella fyrst í komandi ári.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo