Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Eftir 15 tímar í einum KLM-flogfari úr Amsterdam og stuttum steðgi í Kuala Lumpur, lendi eg sunnudagin 2. desembur í Jakarta, høvuðsstaðnum í Indonesia. Eins og nógvir føroyingar seti eg Jakarta í samband við Niels Midjord og sangin, har hann - eftir at hava vunnið eina ferð runt um allan knøttin á bingo – “við rørportrið í Jakarta tók avgerð um at starta” sína longu ferð heimaftur.

Nú vit tosa um rørportur, so minnist eg eina hending fyri góðum 40 árum síðan. Eini 20-30 ung úr losjuni á Skála vóru á veg í bussi vestur til Sandavágs á vikuskiftislegu í Vakhúsi. Hetta var um veturin; gott veður og fitt av kava. Hjarnar høvdu nýliga givið út stórhittið “Breaking my heart”, og sangurin rungaði í bussinum og vikuskiftið í Sandavági á tamb, tí onkur, sum hevði keypt singleplátuna við keiputekningini av einum kloddutum føroyingi í reyðhúgvu og við el-gittara á húsanum, hevði margfaldað sangin yvir á eitt kasettuband, sum var fittligari av hava við sær á ferðini. Komin suður til Landsfjósið stutt norðanfyri Kollafjørð, síggja vit fleiri ávaringarskelti, sum boða frá arbeiði uppá eitt rørportur, sum tá var beint sunnanfyri Landsfjósið. Øll rørini vóru tikin upp, og bilar máttu varisliga koyra framvið niðanfyri rørportrið. Hetta var fríggjakvøld eftir arbeiðstíð, so har sóust hvørki maskinur ella arbeiðsfólk. Bussførarin sá skeltini í góðari tíð og tók ferðina av bussinum, og ætlaði helst at lova bilinum, sum nærkaðist rørportrinum sunnanífrá, at sleppa framvið fyrst. Men ólukkutíð varnast hin bilurin ikki, at hann skal koyra uttanum rørportrið, fyrr enn ov seint er. Í kavanum klárar hann ikki at bremsa, og fer eftir gronini niður í holið. Tað var eitt øgiligt rok, tá tjúkki kavin fór í allar ættir. Har stóðst tíbetur ongin fólkaskaði. Aðrir bilar komu til, og tá vit smoygdu okkum framvið, stóðu nøkur fólk sum ryssa yvir deyðum fyli og hugdu at bilinum, sum stóð við reyvini hægst.

Úr Kollafirði aftur til Jakarta. Eg skal gista eina nátt á hotelli, áðrenn eg skal umborð, og ein bilførari er komin eftir mær. Fyrstu kilometrarnar úr floghavnini hevur vegurin 2 og 3 breytir hvønn vegin og ferðslan glíður væl, men tá vit koma inn móti miðbýnum, er tað sum í grind – fullkomin ruðuleiki allastaðni. Trongar gøtur, bussar, lastbilar, persónbilar, skutarar og fólk alt í einum roki. Hundraðtals skutarar snúgva sær í millum bilarnar. Á nøkrum skutarum sita heilar familjur – pápin við rattið og aftanfyri hann eitt stórt barn og mamman, men allarfremst stendur minsta barnið og heldur í rattið saman við pápanum og kemur at liggja ímillum sum ein airbag, renna tey á. Summir bilar hava ongi ljós og aðrir ongar nummarplátur – summir hvørki. Men tað er kanska ikki størsta høvuðbrýggið hjá myndugleikunum, tí undirlendið er so bleytt og býurin søkkur so skjótt, at avgerð er tikin um at byggja ein nýggjan høvuðstað á Borneo, sum er tann størsta av indonesisku oyggjunum.

Eg mynstraði av í Argentina fyrst í oktobur, har skipið lastaði soyaolju til India. Túrurin til India tók 30 dagar, og aðrir 10 dagar gingu at lossa lastina í trimum havnum í India. Síðan fór skipið til Indonesia at lasta ymsar úrdráttir úr pálmuolju, víðari til Filipsoyggjarnar at lasta styren, sum eisini úrdráttur úr pálmuolju og er nú aftur í Indonesia og lastar meiri av tí sama. Tá liðugt er at lasta, hava vit tilsaman 44.000 tons av 6 ymiskum úrdráttum úr pálmuolju umborð. Úrdráttirnir verða brúktir til m.a. matframleiðslu og kosmetikk.

Eftir góðan svøvn og meiri ferðsluruðuleika í Jakarta, verði eg førdur umborð í einum opnum træbáti saman við indiska 3. meistaranum og einum filipinskum dekkara, sum eisini vóru komnir á sama hotel kvøldið fyri. Vit liggja fyri akker til dagin eftir, tá vit sleppa til bryggju at fylla seinastu tangarnar, áðrenn vit byrja at sigla longu leiðina til USA, har vit skulu lossa í New Orleans, Savannah og New York. Túrurin tekur heilar 40 dagar, og eftir at hava siglt í 10 dagar, skulu vit gera stuttan steðg í Mauritius at bunkra fyri at hava nokk av fuelolju til seinastu 30 dagarnar. Orsakað av álopunum á skip í Reyða havinum, fara vit ikki ígjøgnum Suez-veitina, sum annars hevði stytt túrin við 3 døgum.

At bunkra olju kann ganga skjótt og væl uttan nakað hóvasták, men viðhvørt er tvídráttur um endaligu nøgdina, sum vit hava fingið frá veitaranum. Vit fyrireika okkum altíð væl og meta um, hvussu nógvari olju vit hava rúm fyri og bíleggja samsvarandi nøgd. Hesaferð skulu vit bara fylla ein tanga, so tað átti ikki at tikið meiri enn 5-6 tímar, íroknað at binda bunkerbátin fastan uppá síðuna hjá okkum og pappírsarbeiðið, tá vit eru lidnir. Fuelolja er størsta einstaka útreiðsla hjá einum skipi, so tað ræður um at fáa hana so bíliga sum møguligt, og samstundis fáa ta nøgd, sum ein hevur bílagt og skal gjalda fyri. Vit hava strangar ordrar um at boða reiðarínum ella felagnum, sum hevur leigað skipið, frá, um vit ikki fáa bíløgdu nøgdina. Ofta verður heitt á ein uttanveltan eftirlitsmann um at koma umborð at halda eygað við, at alt fer rætt fram. Tað dámar okkum væl, tí so tekur hann dystin, um ivi skuldi stungið seg upp.

Tað eru nógvar søgur um, hvussu veitarar royna at snýta við m.a. at blása luft í tungoljuna, meðan bunkrað verður. So fyllir oljan alt ov nógv í tangunum, tí ein stórur partur er luftbløðrur. Hetta verður rópt cappuccino. Tá manningin nakrar dagar seinni fer at peila tangarnar og skúmið hevur lagt seg, tá kunnu væl mangla tíggjutals tons, men tá er ov seint at skelda.

Meðan vit nærkast Mauritius fáa vit boð um, at tey hava bílagt ein lokalan eftirlitsmann at hjálpa okkum við bunkringini. Komnir til Port Louis - høvuðsstaðin í Mauritius – stutt eftir døgurða, kasta vit akker og gera klárt at bunkra. Onkuntíð eru tað smá tangaskip ella prámar, sum koma við oljuni – serliga um tað er inni í onkrari stórari havn - men á Mauritius eru tað rímiliga stór tangaskip, tí her er opið hav uttanum. Tangaskipið er upptikið við bunkring til eitt annað skip og kemur ikki til okkara fyrr enn um nátturðatíð. Stutt eftir at tangaskipið hevur lagt seg uppá síðuna hjá okkum, kemur ein maður mitt í tríatiárunum umborð í hinum borðinum. Tað er eftirlitsmaðurin, sum er komin út við einum lítlum loðsbáti. Hann er fryntligur og heilsar uppá meg og danska skiparan. Eg gevi honum skjølini, sum eru gjørd klár til bunkringina og bókina við peili-tabellum fyri allar tangar umborð. Fyrsta uppgáva hjá honum er at fara við motormanninum at peila allar fueloljutangarnar hjá okkum, so hann veit, hvussu nógv er í hvørjum tanga og at tølini á skjølunum, sum eg gav honum, passa. Síðan fer hann umborð á hitt tangaskipið at kanna nøgdirnar, sum teir hava í hvørjum einstøkum tanga. Hetta verður gjørt, so vit vita heilt neyvt, hvussu nógv vit hava fingið, tá teir eru lidnir at pumpa oljuna yvir til okkara. Komin umborð aftur til okkara sigur hann, at tað altíð eru trupuleikar og tvídráttur við júst hetta tangaskipið. Eg sigi við hann, at tað kunnu ikki blíva stórvegis trupulleikar, tá vit bara skulu bunkra 380 tons í ein og sama tanga. Onkuntíð bunkra vit næstan 1100 tons í tríggjar tangar.

Væntandi fer tað taka einar 3-4 tímar at pumpa. Tá teir eru byrjaðir, gongur alt friðarliga fyri seg. Tveir av okkara monnum halda vagt við slanguna, meðan onkur annar við jøvnum millumbilum peilar tangan og boðar mær frá, hvussu nógv vit hava fingið. Eftirlitsmaðurin situr hinumegin borðið á skrivstovuni á niðasta dekki í apteringini, har vit vanliga taka ímóti myndugleikum og fólki frá oljuterminalum. Hann tykist hava nógv jørn í eldinum og tosar fleiri ferðir í telefon. Seinni vísir seg, at hann eigur fyritøkuna og hevur 4 aðrar eftirlitismenn í starvi. Eg hoyri okkurt hendinga enskt orð innímillum. Einu ferðina hann er liðugur at tosa, spyrji eg, hvat mál hann tosar. Tað er mauritius kreol, sigur hann. Tað er eitt slag av fronskum kreol-málið við nakað av enskum uppií. Men tey brúka eisini franskt og enskt.

Vit práta um ymiskt. Hann veit, hvar Føroyar eru, men ikki stórt meira enn tað. Eg fregnist um lívið á Mauritius, um lívskor og kostnaðarstig, útbúgvingarmøguleikar og um ungdómurin fer av landinum. Hann sigur, at lønirnar eru rættiliga lágar, men tað er skatturin eisini. Kona hansara er lækni og fær kr. 19.000 um mánaðin. Frá eini ársløn uppá kr. 70.000 og nakað omanfyri er skatturin 15% - tó ongantíð meiri enn 25%. Í Port Louis er eitt universitet og nógv ung lesa har. Men nógv fara eisini av landinum at útbúgva seg ella at arbeiða. Seinastu árini eru nógv farin til Kanada at arbeiða. Hví Kanada, spyrji eg? Tí har er nógv arbeiði at fáa, sigur hann. Koma tey ungu aftur? Nøkur, men ikki nóg nógv. Fyri at fáa ungu fólkini heimaftur eftir lokna útbúgving, bjóðar stjórnin teimum skattafrælsi í 10 ár.

Oyggin Mauritius er hálvaaðru ferðir størri enn Føroyar og her búgva 1,3 mill. fólk, harav 50,7% er kvinnur, so kynsbýtið er rættiliga javnt. Oyggin hevur verið undir hálendskum, fronskum og bretskum valdi og bleiv ikki sjálvstøðugt lýðveldi fyrr enn í 1992. Mauritius verður roknað sum partur av Afrika og næsta grannaland er stóra oyggin Madagaskar fyri vestan. Samanborið við restina av Afrika er politiska og búskaparliga støðan í Mauritius góð og stabil. Av afrikanskum londum liggur Mauritius ovast á altjóða listanum fyri vinnuliga nýmenning, og verður mett at verða mest framkomna landið í Afrika við BTÚ í 2023 uppá 74.000 kr. fyri hvønn íbúgva, sum er tað næsthægsta í Afrika eftir Seychellurnar, sum liggja stutt norðanfyri. Í Føroyum var talið 496.000 kr. í 2023.

Ferðavinnan er stór, eins og klædnaframleiðsla, sukurframleiðsla og banka – og tryggingarvirksemi. Men eisini kunningartøkni, heilsutænastur, útbúgving, fiskivinna og grøn orka eru vaksandi vinnur. Men eins og í flest øllum oyggjalondum, vísir stjórnin í Mauritius á trupulleikar við fráflyting hjá teimum ungu, vantandi faklærdum fólki og vaksandi tali av eldri fólki.

Stutt eftir kl. 23 koma boð av dekkinum um, at teir eru lidnir at pumpa olju yvir til okkara. Eg biði um at fáa seinastu peilingina av tanganum og vóni, at vit hava fingið tað, vit skulu, men havi mistanka um, at tað neyvan er so. Tíverri er tað so – vit hava bara fingið 362 tons, tvs. at har vanta heili 18 tons. Saman við eftirlitsmanninum fari eg út á dekkið og fái orðið á skiparan á tangaskipinum, sum heldur uppá, at teir hava givið okkum 380 tons. Eg fari upp til danska skiparan hjá okkum – hinir 18 eru indarar og filipinarar – og greiði frá støðuni. Sambært mannagongd í slíkum føri sendir hann teldupost til felagið, sum leigar skipið. Men tey halda til í Singapore, og har er klokkan trý um náttina.

Vit fara aftur at tosa við skiparan á tangaskipinum, sum nú sigur, at hann kann skriva 368 tons á endaliga skjalið, men tað gongur heldur ikki, siga vit. Nú er meiri enn hálvurannar tími farin, síðan teir góvust at pumpa. Skiparin hjá okkum hevur nú ringt og vakt eina kvinnu í Singapore, sum sigur, at vit ikki skulu skriva undir endaliga skjalið, fyrr enn munurin er minni enn 1 tons. Tá vit triðju ella fjórðu ferð fara at tosa við skiparan á tangaskipinum, sigur hann, at hann kann skriva 362,8 tons á skjalið. Tað kunnu vit góðtaka. Eitt korter seinni eru øll skjøl undirskrivað, slangan loyst og tangaskipið kann fara víðari til næsta kunda. Um vit høvdu góðtikið hansara fyrsta ella annað boð, hevði hann fingið 80-100.000 krónur ov nógv fyri oljuna. Fleiri slíkir handlar um vikuna geva nógv tilsaman. Tað eru stórar altjóða fyritøkur, sum selja bunkerolju um alla verðina, og ójavnt er frá havn til havn, hvussu teir bera seg at. Í summum havnum gongur alt lagaliga fyri seg, meðan aðrastaðni eru næstan altíð trupulleikar.

Klokkan er gott og væl tvey um náttina, tá vit hála akkerið upp og seta kós í útsynning suður um Madagaskar. Jólaaftan sigla vit framvið Cape Town og Góðvónarhøvda. 17. januar koma vit til New Orleans, og tá ætli eg mær í land at finna okkurt stað, har gamlir gubbar spæla ordiligan jazztónleik.

Familju, vinum og kenningum og øllum føroyingum verður ynskt ein gleðilig jól og gott nýggjar. Ein serliga heilsan til Rannvá, synirnar og verdøturnar.

Bestu heilsur frá Kenneth Rasmussen, maskinstjóra á Nord Volante

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo