Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Ferðing til evropeiskar stórbýir liggur í luftini, tá Filmsfelagið í februar hevur valt at vísa tveir nýggjar, men rættuliga ymiskar spælifilmar, sum fara fram í hvør sínum býi - hin fyrri var París og nú er ferðamálið Rom.

Tað er danski leikstjórin, Niclas Bendixen, sum hevur gjørt filmin, Rom, ið er um tilkomnu hjúnini Gerdu (Bodil Jørgensen) og Kristoffer (Kristian Halken). Orsøkin til ferðina til Rom er at halda brúdleypsdag, men eisini at enduruppliva býin, har Gerda einaferð las listasøgu.

Tey renna seg í karismatiska læraran hjá Gerdu, Johannes (Rolf Lassgård), sum heilt vist hevði annað samband við hana, enn bara tað undirvísingarliga.

Í æviga býnum verður hon førd aftur til lestrarárini og endurupplivur alt, sum tá var. Kristoffer verður koyrdur út á eitt síðuspor at klára seg sjálvan, meðan Gerda gongur gjøgnum gøturnar í Rom at finna aftur tey ungdómsár, hon langt síðan hevur mist.

FILMSFELAGIÐ: 28/2 kl 20:00 Rom (Niclas Bendixen Danmark 2023)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo