Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Fríggjadagin letur framsýningin VIT ERU HER ENN upp í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. 

Framsýnd verða spildurnýggj prent hjá listafólkunum báðum umframt eldri grafisk verk. Bæði Vibeke Mencke Nielsen (1937) og Poul Janus Ipsen (1936) hava arbeitt í Steinprenti áður, eins og tey hava samstarvað mangan við Jan Andersson eisini í Danmark. 

Framsýningarheitið er ein bæði skemtilig og álvarslig áminning frá listafólkunum um, at tey altso enn eru til staðar og listarliga aktiv, um tey eru komin upp í árini. 

Vibeke Mencke Nielsen var fyrsti kvinnuligi professari á Kongaliga Kunstakademinum í Keypmannahavn, har hon undirvísti í níggju ár á grafiska skúlanum. Hennara nýggju prent eru nokk so ymisk. Ein mynd sær út til at avmynda teknmál, men vísir seg at vera tekningar av gummihandskum. Vibeke Mencke Nielsen brúkar altíð gummihandskar, tá hon arbeiðir og er hugtikin av mátanum, handskarnir forma seg, tá hon hevur latið seg úr teimum og lagt teir frá sær. Allir eru ymiskir og síggja næstan út sum um teir dansa eina hanskaballett. Tað er hugtakandi hvussu henda myndin og aðrar við sýnast um somu tíð tilvildarligar og skipaðar. Fyri tað mesta er tað tekningin, sum er í miðdeplinum hjá Vibeke Mencke Nielsen. Hennara strika er serstøk og løtt at kenna aftur við vøkrum organiskum, ullintum kaldnálskantum. Hóast tílíkar klassiskar grafiskar teknidygdir er okkurt modernað og frískt yvir hennara verkum, ið taka teg á bóli við abstraktum mynstrum, óvæntaðum samansetingum og aktuellum tilsipingum. Í einum av nýggju prentmyndunum sveima bókstavir dansandi á myndaflatanum. Har stendur: WIR SCHAFFEN DAS, ið siterar Angelu Merkel og hennara uppáhald um, at Týskland fór at megna at taka ímóti eini rúgvu av flóttafólkum. Tað eru júst fimm ár síðani hesa umdiskuteraðu útsøgnina og hon er tíverri framvegis óhugnaliga aktuel í mun til t.d. flóttafólkaleguni Moria á griksku oynni Lesbos, sum í løtuni tørvar akutta hjálp.  

Poul Janus Ipsen (1936) er málari, grafikari og hann arbeiðir eisini trídimensjonalt við standmyndum Hann hevur fleiri ferð samstarvað við litografin, Jan Andersson í Steinprenti bæði niðri og í Føroyum – líka síðan Jan stóð í læru. Hansara myndir eru bara at síggja til realistiskar – um mann hyggur gjølliga er ofta okkurt løgið og uppstillað í myndunum og hetta er ikki minst galdandi fyri tey fýra nýggju steinprentini, ið øll avmynda sodavatnsblikk. Listamaðurin flutti til New York í 1979 og búði har í tjúgu ár og har var tað, at larmandi sodavatnsblikk, sum í heilum vóru tveitt á vegin, gjørdust myndevni. Í teimum nýggju prentunum eru sodavatnsdósir monumentalt lýstar miðskeiðis á myndaflatanum. Tað sær næstan út sum eru tær í ferð við at bróta sær veg út úr myndarúminum, samstundis sum myndabygnaðurin er sera statiskur, hildin fastur av strikum, sum bygnaðarliga binda myndevnið til myndakantin. Yvirhøvur er ein áhugaverdur mótsetningur í teirri at kalla plastisku 3D viðgerðini av myndevninum, ið samstundis sýnist merkiliga flatt í støðum, m.a. í navnseðlum á dósunum, ið gera vart við hvussu lítið er av kalorium og sukri. Her gerast myndirnar speiskar viðmerkingar til okkara tíð.

Upplatingin av VIT ERU ENN HER fríggjadagin 18.september klokkan 15-17 er almenn - í Steinprenti hava tey bæði frástøðu og spritt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo