Víð Tórði á túri: Tindhólmur er eitt sera spennandi og øðrvísi stað við einari áhugaverdari søgu. Søgnin sigur, at ein ørn tók eitt barn og fór við tí niðan í Arnatind.
Tá mamman kom upp á tindin, hevði ørnin pikkað eyguni úr barninum.
Lydia Laksafoss hevur í gomlum skjølum staðfest, at fólk hava búð í Tindhólmi og tí er søgnin um ørnina og barnið trúlig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo