Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Eg setti á nýggju bókina hjá Steintór Rasmussen í gjár - og eri eg longu komin ígjøgnum hana. Tí hóast hon er bæði stór og tjúkk, er skjótt at lesa tær 400 síðurnar. Og tað er ringt at steðga aftur, tá tú hevur sett á, tí hon er bæði vælskrivað, hugvekjandi og kryddað yrkingum og tekningum eftir Edward Fuglø.

Í bókini greiðir Steintór frá sínum hendingaríka lívi, og hvussu hann gjøgnum sangir og yrkingar hevur sett sín dám og sínar litir á tað, hann hevur upplivað. Bæði persónliga og samfelagsliga.

Av tí øll kenna sangirnar er tað áhugavert at hoyra um, hvussu og hvar teir blivu til.

Bókin er inspirerandi, tí Steintór hevur upplivað sera nógv - og tað, hann hevur upplivað, er ikki nakað, hann bara hevur tikið ímóti. Hann hevur, saman við øðrum, sjálvur skapt tað. 

Í bókini hoyra vit um barnaárini í Klaksvík, sum bæði vóru góð hjá børnum - men har barnalokkarar eisini høvdu góðar dagar. Vit hoyra um tað hvassa sundurbýtið í tað religiøsa og tað verðsliga, sum tá eyðkendi Klaksvíkina. Tað var "Bíblian ella biografurin. Himmalin ella Harkaliðið. Guð ella gittarin", sum Steintór orðar tað. Valdi tú annað, valdi tú hitt frá. Tann greiði skilnaðurin skapti sterkar meiningar á báðum síðum - eisini hjá Steintóri, ið sum kunnugt valdi gittaran.

Men sum vit fylgja honum gjøgnum lívið síggja vit, at hann ikki læsir seg fastan í dogmatiskar lærusetningar, og seinni verða børnini doypt og Steintór giftur í kirkju.

Hevði tann 18 ára gamli Steintór Rasmussen møtt tí manninum, hann er blivin til í dag, hevði hann helst ilskast. Ikki bara um hetta, men eisini um at tær víðgongdu politisku ideologiirnar eru sleptar.

Men tá tann ungi og tann eldri Steintór høvdu tosað ein løtu saman rokni eg við, at teir høvdu komið væl til sættis kortini.

Tí tað, vit síggja gjøgnum bókina er ein mann, sum heldur fast um tann, hann er. Hann krøkir seg ikki í eina religiøsa ella politiska fatan, men roynir alla tíðina, aftur og aftur, at endurskapa síni grundvirði. Politiskt snýr tað eg um frælsi, javnað og rættvísi. Mentanarliga snýr tað seg um at geva tilveruni meining og dýpd gjøgnum listarliga skapan. Men í báðum førum kemur tann menniskjaligi felagsskapurin fyrst og síðst. Tað ber í veruleikanum illa til at skilja tað mentanarliga frá tí politiska hjá Steintóri.

Romantikkur og stríð  
Tað er eitt imponerandi savn av yrkingum og sangum, Steintór hevur lagt eftir seg - og teir hava sett sín sterka lit á gerandisdagin í Føroyum í fleiri áratíggju.

Bókin vísir ein Steintór, sum er líka romantiskur, sum sangirnir bera boð um. Hann tosar um at vit skulu vera "stór í tí smáa", og hetta ger hann ofta við at lata gerandisviðurskifti í romantiskan búna. Um tíðina áðrenn fyrsta Frændur plátan kom, sigur hann t.d. um upprunan til heitislagið: "Saman skuldu vit fagna lívsins margfeldi og eiga sangin um framtíðina. Her vóru vakrastu fjøllini, blómurnar og framtíðin. Og meðan kvøldarroðin heilsaði degnum tóku sorgblíðu orðini skap. Kvøldini saman við unnustuni og saman við nærverandi ungdómsvinunum bitu seg fast í einum nýggjum, vøkrum sangi".

Men skapandi og gevandi fólk klandrast eisini. Tey eru eisini stolt og errin.

Tí er tað frígerandi, at Steintór ærliga viðgongur, at hann, sum hevði verið greiður oddamaður tá alt byrjaði, kendi seg forfjónaðan, tá tann triðja Frændur plátan varð spæld inn.

"Tað var eingin tríeinigheit í Frændum, nú fyrsta føroyska fløgan, Frændur, varð løgd fyri almenningin", sigur hann. Orsøkin var millum annað, at hinir høvdu hug at halda Steintór uttanfyri: "eg átti sjálvur fittan part av tekstunum, men trupulleikin var einamest, at mín luttøka ikki var so vælkomin á sangunum, sum hinir frændurnir høvdu gjørt. Í friðarelskandi bólkinum byrjaði spakuliga stríðið um tilfar og leiklutir", sigur hann við ironiskari tilsiping til allar friðarsangirnar. 

Orsøkin til at teir kortini spældu so nógv saman var m.a. eitt lán sum gjørdi, at teir illa høvdu ráð at siga nei. Teir vóru "kollektivt stavnsbundnir í Frændum".

Men hóast Steintór hesa tíðina endaði við at vera "meira aftanfyri enn á pallinum", fall hann ikki í fátt. Í staðin fór hann undir eitt annað prosjekt, har hann sjálvur ráddi: Millum Frændur.

Eisini í teirri søguni hoyra vit áhugaverdar frásagnir um, hvussu sangirnir blivu til - m.a. hví Steintór ikki tók lut í kappingini um at skriva ein klaksvíkssang, men í staðin skrivaði hittið "Heimstaðið" eftir at kappingin var lokin.

Ver tann tú ert
Vit hoyra eisini um tíðina Steintór búði í Danmark. Um at flyta heim. Um Studio Pegasus. Um Kular Røtur. Um Brand Enni. Um Summarfestivalin. Alla tíðina roynir Steintór saman við øðrum at skapa nakað nýtt. Men hann er eisini beiskur viðhvørt. Inn á smáligheitina sum trívist her norðuri í myrkrinum. Inn á "mentanarligar pyntidukkur" og pappírsveldi, sum tekur mótið frá listarfólki. Og inn á stívrendar, konservativar politikarar. Vreiðin er kortini ofta endað sum íblástur til yrkingar, og á tann hátt nýtt konstruktivt.

Einastaðni sigur Steintór at "Vit kunnu royna at ávirka hvønnannan, men vit hava eisini møguleikan at broyta okkum sjálv. Lívið handlar nógv um virðisgrundarlag." 

Hetta fær meg at hugsa um eina søgu eftir Eli Wiesel um ein mann, sum kemur til Sodoma at bjarga býnum frá synd og oyðilegging. Í fleiri ár prædikar hann fyri fólkinum um at tey ikki mugu drepa, stjala ella vera líkasæl. Men eingin lurtar. At enda verður hann spurdur hví hann heldur fram, tá hann sær, at hann ikki megnar at broyta fólkini í Sodoma.

"Ja, eg havi ásannað, at eg ikki klári at broyta tykkum", svarar maðurin. "Men eg haldi fram at prædika kortini tí eg vil ikki, at tit skulu broyta meg".

Tá vit eru ung og leys eru okkara hugsanir ofta meiri stýrdar av virðum, enn tá vit gerast bundin av starvi, familju og láni. At halda fast í virðunum kann vera trupult, tá tilveran fyllist av pliktum. 

Bókini hjá Steintóri lýsir ein mann, ið sum ungur hevði sterk virði og sum hevur megnað at hildið fast í teimum - hóast tey viku frá meirilutans virðum.

Meiningarnar er sjálvsagt - og tíbetur - tillagaðar so hvørt royndirnar eru vorðnar fleiri. Men grundvirðini eru ongantíð slept. Og tí hevur føroysk mentan fingið stórt gagn av.

Seinast við nýggju bókini.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo