Vestanstevnuróðurin verður í Miðvági leygardagin, 17. juli 2021.
Í samráð við koronuráðgevingina kunnu áskoðarar fylgja við róðrinum á kaiini við flakavirkið við tí treyt, at tilmælini verða fylgd. Ongin stórskíggi verður á økinum, og ongin atgongumerkjasøla verður.
Bara rógvarar og hjálparfólk hava atgongd til økið, har dráttarnir vera, og rógvarar kunnu fylgja við á stórskíggja á einum felagsøki. Vaktir syrgja fyri, at óviðkomandi ikki fáa atgongd til økið.
FYRIREIKARAR AV VESTANSTEVNU:
► Tveir dráttir vera tøkir til bátarnar. Tað verður týðiliga merkt, hvar ymsu bátastøddirnar skulu flotast og takast upp.
► Bara kappróðrarfólk og teirra egnu hjálparfólk hava atgongd til økini við dráttirnar og felagsøkið, har stórskíggin verður.
► Fyriskiparar skulu syrgja fyri, at nóg mikið av vesum eru til róðrarfólkið, og at tey verða vaskað og sóttreinsað vit stuttum millumbilum.
► Fyriskipararnir kunnu skipa fyri stroyming av barnaróðrunum. Fyriskiparar lýsa í góðari tíð á facebook vanganum, hvar stroymingin sæst.
RÓGVARAR:
► Meginreglan er, at manningarnar koma sjálvar á stevnu uttan hjálparfólk. Tær manningar, sum hava tørv á tí – her verður serliga hugsað um 5-mannafør við barnamanningum og gentu/dreingjamanningum – kunnu hava í mesta lagi 2 hjálparfólk við til hvørja manning.
► Manning kemur á økið í mesta lagi ein tíma áðrenn flaggtíð og fer av økinum við dráttin beint eftir róðurin.
► Manningar og hjálparfólk, sum frammanundan hava hildið til í eini og somu “boblu” skulu halda tilmælini um ikki at koma í samband við rógvarar úr øðrum “boblum”.
► Í sambandi við manningarskift kemur fyrra manningin upp á land við bátinum og sóttreinsar bátin, áðrenn næsta manningin tekur yvir.
► Hvør bátur hevur evnir til sóttreinsan við til at sóttreinsa bátin millum róðrarnar.
► Einki ábit verður til rógvarnar.
► Eingin heiðursmerkjahandan verður fyriskipað. Eitt umboð fyri hvørja manning fær handað heiðursmerkini eftir róðurin.
ÁSKOÐARAR:
Áskoðarar verða bidnir um at halda seg frá økinum við dráttin, og har manningarnar halda til. Áskoðarar kunnu fylgja við róðrinum á kaiini við flakavirkið. Mint verður á at halda tilmæltu frástøðuna og ikki at savnast í bólkum.
Endamálið við at skipa fyri róðrinum á henda hátt er at verja róðrarfólkini fyri smittu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo