Í kvøld verður tiltakið Vetrarljós á skránni í miðbýnum í Havn.
Tiltakið er eitt samstarv ímillum Visit Tórshavn, Tórshavnar Kommunu og ymsar aktørar í býnum.
Vetrarljós er í stuttum eitt tiltak, har endamálið er at fáa lív í býin og bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki, ljóslist, framsýningum og øðrum tiltøkum.
Tónleikur verður ymsastaðni í miðbýnum frá kl. 19.00 til á midnátt.
Hetta er 6. árið á rað, at Vetrarljós verður hildið í Tórshavn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo