Vetrarjazz festivalurin: Jazztónar fara at ljóma í hvørjum króki í døgunum 21.-27. januar tá skipað verður fyri árliga Vetrarjazz festivalinum. Vikan kemur sum eitt stjørnuskot í vetrarmyrkrinum við 20+ ymsum konsertum og tiltøkum, sum eitt nú JAZZCRAWL, Gentugjamm, JAZZQUIZ, JAZZFILM og kvøldið við yrkingar upplestri yvir jazztónar.
Við Vetrarjazz festivalinum tykist veruligt lív verða komið aftur í jazzpallin eftir at hann, í
kjalarvørrinum á Tórshavnar Jazz- Fólka- og Bluesfestivalinum, lá í dvala í mong ár. Seinastu árini hevur festivalurin alvorliga funnið sítt støðuga ljós í januarmyrkrinum, við fleiri útseldum konsertum.
Umframt fleiri spennandi artistar úr útlondum borðreiðir Vetrarjazz eisini við dugnaligum
føroyskum artistum, bæði nýggjum og meira etableraðum.
Vit eru eisini sera fegin um at hava fleiri nýggj spælistøð við á skránni í ár. Eitt nú Løkshøll í Runavík og Listastovan í Miðvági fara at húsa áhugaverdum jazzkonsertum og tað gleðir okkum, at bjóða jazzáhugaðum uttanfyri Havnina møguleikan at lurta eftir góðum jazztónum.
Tað er Havnar Jazzfelag, sum er fyriskipari av festivalinum og í nevndini sita:
Marianna W. Nagata (forkvinna), Dania O. Tausen (skrivari), Katrina Olsen (nevndarlimur), Kristian Pauli Ellefsen (nevndarlimur), Ólavur E. Gaard (nevndarlimur) og Kristian Blak (kassameistari).
Spælistøðini í ár eru: Blábar, Reinsaríið, Perlan, Aulan í Finsen, Sirkus, Listastovan í Miðvági, Listasavnið, Norðurlandahúsið, Hotel Hilton, Løkshøll, Plátufelagið Tutl og Havnar Kirkja.
Skráin fyri Vetrarjazz 2024 er viðheft og tilber at finna skránna, Spotify playlistan, kunning, leinkjur til hvørja konsert og meira á okkara heimasíðu: www.jazz.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo