Setanarrøðan sum Marita Dalsgaard helt á Stakka í Sørvági tá Vesturskin varð sett:
Tá ið eg var barn fortaldi mamma um ljósið á hennara oyggj, Vágoynni. Eg skilti, at Vesturskin er eitt serligt ljós. Eitt ljós, sum er heitt og heimligt. Eg skilti, at Vesturskin er ein farri av nærveru og sælu í gerandisdegnum.
Frammanfyri okkum liggur ein mentanarvika, sum er uppkallað eftir hesum serliga ljósinum. Mentanarvikan Vesturskin.
Á hesi mentanarvikuni kunna vit bjóða kroppinum av og renna Føroya vakrasta marathon, drekka sólseturskaffi í Gásadali, fara til Up-cycling verkstovur, pilates á trælanípuni, uppliva bókmentakvøldið - Kvinnur reisa kamparnar, hoyra koncertir, síggja listaframsýningar, uppliva sjónleikir.
Skráin er nútíðarlig og nýskapandi. Hon speglar tað, vit í hesum tøkniligu innandura tíðum nú uppdaga at vit mangla í gerandisdeginum.
Hendan skráin tykist at verða sett saman út frá eini heildarfatan av menniskja og náttúru og samanspælinum millum hesi.
Kroppur, sansir, listaligar upplivingar, matur, møguleiki at brúka hendurnar og skapanargleðina í verkstovum og sum ein reyður tráður gongur aftur - náttúran.
Henda skráin vekjur uppmerksemi um menniskja og náttúru.
Hon ger vart við endurnýtslu og nýtslu, og tað ber illa annað til enn at smílast tá ið man kemur fram á: “Ókeypis suppa til uppi er. Havi egnan tallerk og skeið við”.
Ábyrgdarkenslan raknar eitt sindur við, ja sjálvandi kunna vit bara sjálvi taka ein tallerk og eina skeið við í part.
Einki einnýtsiplast, eingin upprudding.
Reinari, skjótari og hugnaligari.
Ella: Altjóða nátturði: “Gestirnir taka hvør sín rætt við.” Her verða vit sum luttakararnir á mentanarvikuni boðin til saman at gera ein náttara.
Mentan er jú júst tað vit gera saman. Soleiðis verður mentan til. Soleiðis skapa vit mentan meðan hon skapar okkum - um vit vilja tað ella ikki. Tilvitað ella ótilvitað hendur skapanin av okkum og okkara mentan alla tíðina.
Vit hava brúk fyri vikum, sum tilvitað taka støðu til, hvat mentan kann vera, hvat hon kann skapa og sum tilvitað skapa nýggjar karmar um skapan av mentan.
Í tøkniliga innandura gernadisdegnum hava vit tørv á andarhaldum, at støðga á eina løtu. Vit hava brúk fyri nærveru og ein farra av sælu í gerandisdegnum, tí hava vit brúk fyri vikum sum mentanarvikuni Vesturskin.
Góðu vágafólk, góðu gestir - tað er mær ein frøði og ein heiður við hesum orðum at seta mentanarvikuna Vesturskin 2018.
Marita S. Dalsgaard
Leikstjóri og sjónleikari ættað úr Miðvági
Skráin til Vesturskin trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo