Vestmenningur er nú seinnapartin komin á Vestmanna við smáum 950 tonsum av makreli í lastini.
Fiskurin er fingin eystanfyri í føroyskum sjógvi nær norska markinum.
Landað verður fyrst í Vestmanna, tað sum virkið har kann taka, og farið verður so til Fuglafjarðar við restini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo