Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 20. mai kl. 10 fer verkætlanin Torv í Svínoy av bakkastokki. Tiltakið verður hildið á Gamlagarði. Málið er at lýsa torvskurð sum eitt mentanarsøguligt tiltak, eitt handverk, ið hevur lívbjarga svínoyingum í øldir. Verkætlanin skal eisini kveikja undir kjak um burðardygd og hugin at fremja nýggjar og grønar orkuloysnir í Svínoy.

Verkætlanin Torv í Svínoy er partur av norðurlendsku og baltisku verkætlanini LIVIND (Creative and Living Cultural Heritage as a Resource for the Northern Dimension Region), og verður framd í samstarvi millum Útoyggjafelagið, bygdafólk í Svínoy og Tjóðsavnið.

Tiltakið kemur at fevna um frásagnir um torv og framvísingin av torvskurði, og skal gerðast liður í menning av oynni, styrkja samstarvið í bygdini og virka fyri trivnaði.

Sunnvá Asano leiðir verkætlanina í samstarvi við Útoyggjafelagið og við verkætlanarbólkin: Ferðavinna í Svínoy. Tey sum fíggja verkætlanina eru LIVIND og Útoyggjafelagið, og Klaksvíkar kommuna stuðlar verkætlanini við at lata hølir til tiltøkini.

Partur av Unesco
í 2022 bleiv Fólkalívsdeildin á Tjóðsavninum partnari í norðurlendsku og baltisku verkætlanini LIVIND. Endamálið við LIVIND verkætlanina er at samantvinnað livandi mentan og burðardygga menning, og at skapa samstørv millum stovnar, vinnurekandi og privatpersónar í norðurlendska og baltiska økinum. Finnish Heritage Agency fíggjar og samskipar verkætlanina.

Lokalt hevur verið arbeitt við at eyðmerkja mentanarlig sermerki, rák og møguleikar fyri menning. Í Føroyum bleiv ullavirkan og torvskurður í Svínoy tættir í verkætlanini. Búnaðarstovan og Útoyggjafelagið hava fingið fígging frá LIVIND til hesar pilotverkætlanir. Torv í Svínoy kemur framhaldandi at gerast partur av tiltakinum Lokal ferðavinna í Svínoy. Tilsamans eru gott og væl 20 pilotverkætlanir settar í verk í øllum norðurlendska og baltiska økinum.

Skrá fyri dagin
09:45 – 10:15 Morgunmatur (kemur báturin á Víkina, verður tað 10:15).
10:15 – 10:20 Vælkomin
10:20 – 10:30 Kunning um LIVIND, Kristina  D. Christiansen frá Tjóðsavninum.
10:30 – 10.40 Týdningurin av at hugsa grønt, Gunnhild Dahl Niclasen.
10:40 – 10:50 Royndir við grønari orku í Svínoy, Jógvan Edmund á Geilini.
10:50 – 11:30 Verkstova: Grøn orka og møguleikar á útoyggj.
11:30 – 12:00 Framløga frá bólkaarbeiði
12:00 – 13:00 Miðmáli á garðinum á Stórheygum
13:00 – 13:20 Hvussu torvið í Svínoy hevur lívbjargað oynni, Óli á Geilini.
13:20 – 13:40 Torv sum livandi mentanararvur við møguleikum fyri ferðavinnuna, Sunnvá Asano
13:40 – 14:10 Verkstova: Hvussu kann torv, søga og mentan, seta Svínoynna í fokus?
14:10 – 14:30  Framløga frá bólkaarbeiði
14:30 – 15:00  Kaffi og mobilisering til tiltøkini torv og ferðavinna í summar.
Ritan fer úr Hvannasundi kl. 8.45 og úr Svínoy aftur millum 15.00 og 16.00.

Tiltakið er alment, tó skulu tit, sum ynskja at taka lut, boða frá á utoyggj@gmail.com ella senda boð á útoyggj á Facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo