Tórshavnar kommuna: Fram til 24. august verður arbeitt á Niðara vølli við at endurnýggja og upprætta drenasfaltlagið, og at endurnýggja stoytdoyvingarlagið og graslíkið v.m.
Í hesum tíðarskeiðnum koma akfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á økinum á og kring vøllin.
Børn, ung, foreldur, venjarar v.m. vera biðin um at vísa stórt ansni, meðan verkætlanin verður útint, og at halda seg uttanfyri girðingarnar til Niðara vøll og tey avmerktu økini sunnanfyri vøllin.
Í meðan arbeiðið verður útint - nú bæði á Tórsvølli og Niðara vølli - hava feløgini og FSF umlagt virksemið í Gundadali, og eisini flutt nakað av virkseminum til aðrar vallir í kommununi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo